Nýggj stórhøll verður bygd á Strondum. Tað boðar kommunustýrið frá i kvøld. Stórhøllin skal kunna hýsa øllum altjóða hondbóltsdystum hjá Føroyum umframt festivalum, konsertum, sølustevnum, stórum samkomum og nógvum øðrum tiltøkum.
Strendur fer at liggja væl fyri hjá øllum sum ætla at brúka nýggju, stóru høllina, tí Eysturoyartunnilin knýtir stóran part av Føroyum saman, siga tey í tíðindaskrivi.
Tey halda, at føroyskur hondbóltur hevur tørv á at fáa betri umstøður til sín ítrótt og í tí sambandi halda tey, at vit mugu klára at hýsa altjóða landsdystum í Føroyum.
Og tann nýggja høllin skal kunna hýsa øllum heimadystum hjá føroysku hondbóldslandsliðunum og tí skal hon lúka øll altjóða krøv. Tískil skal hon eisini rúma 3.500 áskoðarum, sum koma at sita væl í eini nútímans høll.
Hetta fer eisini at geva føroyska hondbóltinum heilt aðrar møguleikar at skipa fyri finalum og ymiskum kappingum við nógvum áskoðarum.
– Hetta fer uttan iva at menna hondbóltin í økinum og runt alt landið. Stíf hevur eitt vælrikið hondbóltsfelag við liðum í bestu deildunum. Hondbóltur er eisini hinumegin Skálafjørðin, og saman við høllunum á Skála og í Runavík kann hetta menna økið nógv.
Høllin fer eisini at verða brúkt til mong onnur tiltøk har áhugafeløg, samkomur og vinnulív í økinum kunnu skipa fyri stórum tiltøkum.
Høllin verður beint við munnan á nýggja undirstjóvartunnlinum og sostatt liggur hon sera væl fyri.
– Tað verða bara 15 minuttir úr Havn til høllina, bara fimm minuttir úr Runavík og bara 25 minuttir úr Klaksvík. siga fyrireikararnir.
Ein bólkur hevur sett sær fyri at byggja høllina. Í bólkinum eru Alexandur Johansen, Eivind Jacobsen, Pól Jákup Poulsen og Hans Jákup Mikkelsen.