Bygging
Sunnudagin hevði Mentanarhúsfelagið í Runavíkar kommunu aðalfund í býráðssalinum í Saltangará. Umframt nevndina, vóru eini 20 fólk møtt á fundinum, har formaðurin, Kári Thorsteinsson, legði fram ársfrágreiðing og roknskap felagsins. Eitt modell av ætlaða mentanarhúsinum, sum Eyðun Petersen, verkfrøðingur, hevur gjørt, varð eisini víst fram.
Nývald í nevndina varð Doris Djurhuus, og nýggir tiltakslimir eru Nina Petersen og Bárður Højgaard. Hini í nevndini eru Kári Thorsteinsson, formaður, Hans Olsen, Eyðun Gaardbo og Kenneth Rasmussen.
Nýggja nevndin hevur ikki skipað seg enn, men væntandi er, at Kári Thorsteinsson heldur fram sum formaður. Tað verður greitt í hesi vikuni.
Endurstovnað
Málið hjá Mentanarhúsfelagnum er, sum tað liggur í navninum, at byggja eitt mentanarhús í kommununi.
Felagið aftanfyri hesa ætlan hevur sína søgu. Tað var í 1975, at eitt bygdarhúsfelag varð stovnað í kommununi við sama endamáli. Fyrst í áttatiárunum datt felagið niðurfyri, men varð seinni endurstovnað undir nýggja navninum, Mentanarhúsfelagið.
Longu, meðan bygdarhúsfelagið var virkið, savnaði felagið nakað av peningi til endamálið, og hesin peningur er so fallin til nýggja felagið, sum eisini hevur havt ymiskt tiltøk, eitt nú fyrilestrar, kvøldsetur, sjónleikir og konsertir.
Í dag eigur felagið nakað av peningi at arbeiða við.
Ætlanin nærkast
Í nøkur ár hevur Mentanarhúsfelagið saman við kommununi leitað eftir einum øki, har húsið kann byggjast. Nógv økir hava verið uppi og vent, men nú er hendan leitanin eftir øllum at døma komin undir land.
Mentanarhúsfelagið og Runavíkar kommuna eru samd um, at best egnaða økið til bygging av einum slíkum húsi er vestanfyri skúlan í Runavík ? á leiðini millum skúlan og húsini hjá Meinhardi.
Kommunan eigur hetta økið og hevur víst felagnum á, at her kann húsið hóskandi byggjast. Enn er lendið ikki keypt, og samráðingarnar við kommununa eru ikki lidnar. Nevndin í felagnum heldur, at júst hetta økið er sera væl egnað.
Ætlanin er at útbyggja skúlan í Runavík, og tí verður hugsað, at eitt fruktargott samstarv kundi verið millum skúlan og mentanarhúsið, tá ið bygningarnir koma at liggja so tætt uppat hvørjum øðrum.
Byggja samstundis
Kenneth Rasmussen, sum situr í nevndini í Mentanarhúsfelagnum, dugir ikki at siga, nær byggingin av mentanarhúsinum byrjar, men óhugsandi er ikki, at spakin verður settur í um hálvt annað ár ella so.
- Vit miðja eftir at byrja um somu tíð, sum Runavíkar skúli verður útbygdur. Vit hugsa okkum, at hetta kundi verið praktiskari og kanska eisini nakað bíligari við tað, at amboðini tá eru á staðnum.
Hann vísir á, at enn er eingin endalig kostnaðarmeting gjørd.
- Higartil eru bara høvuðslinjurnar lagdar í rímiliga fastar rammur, men arbeiðast má víðari við ymisku detaljunum.
Kenneth sigur, at felagið hevur ikki søkt um nakra fígging. Áðrenn tað verður gjørt, mugu øll viðurskifti við grundøkinum og tekningum verða komin uppá pláss.
Sjónligur bygningur
Ætlandi verður mentanarhúsið í Runavík einar 800 fermetrar stórt ? í einari hædd og onkustaðni í tveimum.
- Vit hugsa okkum, at mentanarhúsið fer at skipa fyri ymiskum tiltøkum, ið líkjast teimum, sum eru í mentanarhúsinum í Fuglafirði. Her verða tiltøk fyri øll, og somuleiðis er ætlanin, at onnur skulu kunna leiga húsið til ymiskar aktivitetir.
Kenneth Rasmussen væntar, at fyrireikingararbeiði, ið eftir er, skuldi verið komið væl áleiðis um eitt ár ella so
- Vit halda, at økið, sum kommunan hevur víst felagnum á, liggur ógvuliga væl og sentralt fyri, tí her fer mentanarhúsið at síggjast bæði av Gøtueiði, av vestara armi á Skálafjørðinum og úr allari Runavíkar kommunu, sigur hann at enda.