##med2##
Umboðið hjá EB/Streymi í "Formansrundini" hjá FM1 ígjár var næstformaðurin, Fróði Petersen.
Umstøðurnar í 1. deild gjørdu, at EB/Streymur rættiliga tíðliga var bjargað í Betrideildini, men Fróði Petersen er ikki nøgdur við at enda á næstaftasta plássinum við 18 stigum. Á minussíðuni er eisini, at næstbesta liðið datt niður í 2. deild.
Fróði Petersen heldur tó, at Jákup Martin Joensen hevur gjørt tað væl sum høvuðsvenjari, og nevndin í EB/Streymi fer at fundast við Jákup Martin í vikuni sum kemur um eitt møguligt framhaldandi samstarv.
Tað er ikki drúgv tíð, so hevur EB/Streymur framúrskarandi umstøður bæði í Hólmanum á Eiði og við Margáir í Streymnesi, og tað hevur felagsliðið góðar umstøður til tey mongu yngru liðini eisini, og tað kann Fróði Petersen fegnast um.