Fara at geva færri føroyskar bøkur út

? Verður mvg lagt á bøkur, fer tað at ganga hart útyvir føroyska bókaútgávu, sigur Zakarias Wang, formaður í forleggjarafelagnum

? Hetta verður eitt rættiligt slag í høvdið á teimum, sum geva bøkur út.
Zakarias Wang, formaður í Felagnum Føroysk Bókaforløg, er avgjørt ikki fegin fyri útlitini til, at vit nú eisini skulu betala mvg av bókum.
Hann sigur, at eitt er tað fíggjarliga úrslitið hjá landskassanum.
Men hann ivast ikki í, at hetta eisini fer at føra við sær, at fólk fara at keypa færri bøkur.
? Hetta fer at gera tað nógv truplari hjá forløgum at geva bøkur út. Tað vildi verið stórt spell, tí frammanundan hava vit alt ov fáar føroyskar bøkur: Vit hava ov lítið av barnabókum, og lítið av ungdómsbókum og ov lítið av bókum til vaksin.
Hann vísur á, at í flestu førum gevur tað í nógvum førum hall at geva bøkur út. Verður mvg nú lagt á bókasølu, fer tað at føra við sær, at enn færri fara at hætta sær at geva bøkur út.
Hetta heldur hann er serliga óheppið nú tað verður so nógv tosað um at stimbra lesihugin og lesiførleikan hjá børnum og ungum fyri at standa ímóti kappingini frá sjónvarpi og telduspølum.
Formaðurin í forleggjarafelagnum vísur eisini á, at hóast londini í Europa hava mvg, er tað bera eitt land, sum hevur hægsta mvg á bókum, og tað er Danmark.
? Í næsta grannalandi okkara, Stórabretlandi, eru bøkur mvg-fríar, akkurát sum hjá okkum. ?Grundgegvingin er, at tað hjálpir til at fáa bøkur út, og tað halda teir hava stóran týdning. ? Og eitt sum verður ført fram í hesum sambandi, er, at tað verður hildið at vera ósømuligt at taka mvg av bíblium, sigur hann.
Zakarias Wang vísur eisini á, at tað, at bøkur eru mvg-fríar, er einasti stuðul, sum føroyskar bøkur fáa, og sum ikki er kappingaravlagandi afturímóti tí stuðuli, ið summi forløg fáa framum onnur.
? Hann mælir landsstýrinum fyrst til at javna kappingina ímillum forløgini, áðrenn hugsað verður um mvg.