Fara at lýsa týdningin av ferðavinnu í Føroyum

Ferðavinnufelagið søkir eftir samskipara, sum skal standa fyri trimum verkætlanum, sum hava til endamáls at lýsa týdningin av ferðavinnuni í Føroyum.

Tær tríggjar uppgávurnar, sum Ferðavinnufelagið fer undir, verða lýstar soleiðis:

1. at útgreina føroyska ferðavinnu, soleiðis at vit fáa klárlagt, hvat øll økir í landinum hava at bjóða innan ferðavinnu. Sum partur av hesum at koma við tilmæli um, hvussu vit fáa boðskapinum út til tey ferðandi.

2. at kortleggja og samskipa sambandið millum Ferðavinnufelagið og Visit Faroe Islands.

3. at fáa útgreinað og ment eina hagtalsskipan, sum kann vísa hvønn týdning ferðavinnan hevur fyri føroyska samfelagið. Skipanin skal verða grundarlag fyri einari árligari uppgerð yvir tilfeingið innan føroyskari ferðavinnu.

Endamálið hjá Ferðavinnufelagnum er at savna allar ferðavinnufyritøkur og at útinna felags áhugamál, soleiðis at ferðavinnan gerst ein týðandi táttur í føroyska búskapinum, kend fyri sína dygd.

Ferðavinnufelagið umboðar stóran part av føroyskari ferðavinnu og hevur skipað seg saman við vinnugreinafeløgum í Vinnuhúsinum.