- Vit hava ikki nógvar pengar at spæla við, og eg vænti, at vit í hesum valskeiði fara at brúka minni til asfalt og betong, men heldur brúka nakrar krónur til frama fyri trivnaðin í bygdini, sigur Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu

Fara at leggja dent á trivnaðin í Fámjin

- Í undanfarna skeiði gjørdu vit lutfalsliga stórar íløgur í vegirnar, har verandi vegir í bygdini vórðu breiðkaðir og asfalteraðir, og vit fingu eisini fleiri nýggjar gøtulyktir. Nú fara vit í fyrsta lagi at leggja dent á trivnaðin, sigur Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu

- Vit hava ikki nógvar pengar at spæla við, og eg vænti, at vit í hesum valskeiði fara at brúka minni til asfalt og betong, men heldur brúka nakrar krónur til frama fyri trivnaðin í bygdini, sigur Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu

Grein úr Sosialinum 14. mars 2025:

 

55 ára gamli, Jóanis Lisberg, hevur sitið í bygdarráðnum í Fámjins kommunu seinastu 12 árini, og hetta er triðja skeiðið hjá honum sum borgarstjóri.

 

Í bygdarráðnum situr eisini Arni H. Teindal, ið hevur verið bygdarráðslimur í Fámjin í umleið eina fjórðingsøld.

 

Í sitandi bygdarráði er Arni varaborgarstjóri, og tað hevur hann eisini verið í fleiri undanfarnum setum.

 

Í mun til undanfarna bygdarráð, er ein broyting hesaferð. Arnbjørn í Smiðjuni sat fram til ársenda 2024, men stillaði ikki uppaftur í heyst.

 

Ístaðin stillaði kona hansara, Aslaug Frígerð í Smiðuni upp, og varð vald.

 

Tveir listar stillaðu upp til bygdarráðsvalið í Fámjins kommunu hin 12. november í fjør, listi A og listi B.

 

Listi A fekk 55,6 prosent av atkvøðunum og tvey umboð, og listi B fekk 44,4 prosent av atkvøðunum og eitt umboð.

 

Á listanum saman við borgarstjóranum var eisini Arni Teindal, og Aslaug Frígerð í Smiðuni var á lista B.

 

- Á valinum í november fekk eg 25 atkvøður, Aslaug fekk 16, og Arni fekk 15. Eg misti 10 atkvøður í mun til valið í 2020, tá eg fekk 35, men hesum roknaði eg eisini við, soleiðis sum uppstillingin var hesaferð, sigur Jóanis Lisberg.

 

Væl nøgdur

 

Borgarstjórin sigur, at hann var væl nøgdur við kommunuvalið, og tað kendist slett ikki sum ein hvøkkur – ei heldur sum ein ósigur - at hann misti 10 atkvøður.

 

- Tað var stór luttøka á valinum, 98,6 prosent. Valrætt høvdu 73 veljarar, og 72 vóru á vali. Soleiðis er hetta eitt av teimum smáu valstøðunum í Føroyum, og tí veitst tú eisini rímiliga neyvt, hvørjir stuðlarnir eru.

 

Borgarstjórin vísir á, at tá skipanarfundur var, fekk hann allar tríggjar atkvøðurnar fyri aftur at gerast borgarstjóri.

 

- Valið kom als ikki sum nakar hvøkkur fyri meg. Eg væntaði at verða afturvaldur, men ivi var heldur um, hvussu býtið millum listarnar fór at vera.

 

Jóannis sigur, at tað ikki á nakran hátt fer at merkjast, at hann misti hesar atkvøðurnar á valinum hesaferð.

 

- Nei, tað fer tað so slett ikki. Eg er blíður og kenni meg væl við øll fólk. Hetta er eitt lítið øki, og her mugu vit sum best draga eina línu. Vit, sum eru vald, vilja sjálvsagt tæna bygdini og fólkinum sum best, sigur hann.

 

##med3##

 

Meira fyri trivnaðin

 

Borgarstjórin vísir á, at fíggjarliga orkan hjá Fámjins kommunu er lítil, og hann væntar, at tey í hesum valskeiðnum fara at gera nakrar fríðkingar kring um í bygdini.

 

- Í undanfarna skeiði gjørdu vit lutfalsliga stórar íløgur í vegirnar, har verandi vegir í bygdini vórðu breiðkaðir og asfalteraðir, og vit eisini fingu fleiri nýggjar gøtulyktir.

 

Jóanis Lisberg sigur, at kommunan er væl fyri á tann hátt, at kloakkirnar langt síðan eru gjørdar sambært krøvum hjá myndugleikunum, og nýggjur brunnur er eisini til drekkivatnið.

 

- Vit hava ikki nógvar pengar at spæla við, og eg vænti, at vit í hesum valskeiði fara at brúka minni til asfalt og betong, men heldur brúka nakrar krónur til frama fyri trivnaðin í bygdini.

 

Hann sigur, at tankar eru frammi um at seta upp nøkur borð og benkur kring um í bygdini, og hann avúkar eisini, at ein ávís gongd er í einari forvitnisligari verkætlan at reisa eina standmynd yvir Jens Oliver Lisberg, sum teknaði føroyska flaggið.

 

Fyrsta føroyska flaggið hongur nevniliga í kirkjuni í Fámjin, haðani Jens Olivur hevði sínar røtur.

 

- Kommunan plagar onkuntíð at bjóða bygdarfólkinum til morgunmatarborð, og her plagar at vera góð uppmøting. Vit plaga eisini at hava ruddingardag, har eitt sindur verður gjørt burturúr.

 

Borgarstjórin vísir á, at tá ræður um trivnað, er tað bara hugflogið, sum setir mørkini, og hann heldur, at tá borð og benkur ætlandi verða sett upp, hevði kanska eisini verið nærliggjandi at hugsað sær, at onkur gøta kundi verið bygd í umhvørvinum.

 

##med2##

 

Eingin samanlegging

 

Tað er eingin loyna, at borgarstjórin í Fámjins kommunu hevur verið talsmaður fyri at leggja kommununa saman við norðaru kommunurnar í Suðuroynni, Tvøroyrar kommunu og Hvalbiar kommunu.

 

- Men, meirilut var ikki fyri hesum í bygdarráðnum. Arni Teindal og eg hava havt eitt fantastiskt samstarv, og tað hava vit framvegis, men tað er ein veruleiki, at vit hava ikki drigið somu línu í spurninginum um samanlegging ella ei.

 

Jóanis ásannar, at alt prát um samanlegging nú er lagt á hillina, og tað verður ikki við hansara vilja, at hetta kemur uppaftur at venda í valskeiðnum, sum nú er byrjað.

 

- Jú, vit báðir arbeiða væl saman, og tað er eftir mínum tykki í fínasta lagi, at vit ikki kundu semjast um hetta. Nú verður so alt kjak um samanlegging slept.

 

Vit spurdu eisini borgarstjóran, hvat fólk í Fámjin halda um tænastuna, sum Bygdaleiðir veita.

 

- Eg hoyri ikki, at nakar hevur nakað serligt at siga um hetta, men tað er ein veruleiki, at flestu túrar – fyri ikki at siga allir – eru tilkallitúrar, sigur hann.

 

Jóanis Lisberg sigur, at tá tíðin nærkaðist til kommunuvalið í fjør neyst, var hann í iva, hvørt hann skuldi bjóða seg fram til eitt skeið í bygdarráðnum aftrat ella ei.

 

- Tað er eingin loyna, at eg havi havt trupulleikar við heilsunu seinastu árini, og tá tað er soleiðis, fert tú at hugsa um, hvat best er at gera, tí eingin kennur framtíðina.

##med4##

 

Datt av tanga

 

Á ungum árum var borgarstjórin í Fámjins kommunu sjómaður, men tá hann giftist til Fámjins og fekk børn, gavst hann at sigla.

 

- Eg eri sumbingur, men eg havi havt tað ógvuliga gott í Fámjin, síðan eg búsettist her fyri fleiri árum síðan.

 

Hann sigur, at í nøkur ár arbeiddi hann hjá byggifyritøkuni, J&K Petersen og í eini 11 ár arbeiddi hann fyri Bakkafrost í alingini í Suðuroynni.

 

Hann hevur eisini tikist við ymiskt annað.

 

- Í juli verða tað trý ár síðan, at eg datt út av einum tanga, meðan vit arbeiddu á bryggjuni á Tvøroyri, og her fekk eg tíverri stóran ryggskaða.

 

Jóanis Lisberg sigur, at skaðin gjørdi, at hann noyddist at gevast hjá Bakkafrost, og síðan hevur hann at kalla verið óarbeiðsførur til tyngri arbeiði.

 

Seinnu árini hevur hann eisini verið fongdur við krabbameini, sum tó tíbetur hevur ligið í dvala, um vit so kunnu siga.

 

- So, eg havi verið í ávísari mótbrekku seinastu árini eftir at hava verið virkin í mong ár, sigur borgarstjórin í Fámjins kommunu.

##med5##

 

Onkur túrur á floti

 

Jóanis Lisberg er giftur Maluni, sum er úr Fámjin og sum arbeiðir sum sjúkrarøktarfrøðingur í heimatænastuni. Tey eiga trý børn, sum eru 24, 20 og 16 ára gomul.

 

Beiggi Jóanis, Egil, sum er tvey ár eldri, býr eisini í Fámjin, og hann er giftur við systir Maluna.

 

- Vit hava ein seksæring við snellum, og vit plaga at gera onkran túr saman, tá teir góðu dagarnir eru. Eg kann sita í bátinum, og tí letur hetta seg gera í góðum veðri, sigur borgarstjórin í Fámjins kommunu.

 

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

 

 

 

 

 

 

- Vit hava ikki nógvar pengar at spæla við, og eg vænti, at vit í hesum valskeiði fara at brúka minni til asfalt og betong, men heldur brúka nakrar krónur til frama fyri trivnaðin í bygdini, sigur Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu