Fara at minnast Georg eystan Á í Sumba

Tann 2. september verður spennandi tiltak í Samkomuhúsinum í Sumba, har temaið verður Georg eystan À, sáli.

Í Sumba eru tey farin undir fyrireikingar til eitt tiltak, ið verður Georg eystan Á til minnis.

 

Georg andaðist 29. mai í fjør.

 

Tiltakið verður fyribils lýst soleiðis:

 

Tann 2. september verður spennandi tiltak í Samkomuhúsinum í Sumba, har temaið verður Georg eystan À, sáli.

 

Matur verður til borðhaldið, og kaffi/te og kaka omaná. Eisni verður barrin opin.

 

Tað verður avmarkað atgongd til tiltakið. Tekningarlistin kemur út, tá endaliga skráin er klár, og tiltakið byrjar kl 19 til uml midnátt.

 

Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri, og fyrireikari, sigur við in.fo, at tiltakið er til minnis um Georg. 

 

- Hann skuldi koma suður undan korona at hava eitt tiltak, men hetta verð utsett, og restin er søga.

 

Georg eystan Á úr Sumba ,føddur 1960, deyður 29. mai 2022 . Hann var tónleikari, tónasmiður, sangskrivari og sangari. Hann var virkin í føroyskum tónleikalívi, serliga í 1980'unum, tá hann gav út fleiri kassettubond og LP'ir. Saman við Ronnie Nielsen gav hann út single-plátuna Svarti Fossur, hetta var umleið 1979. Hann gav út tvær útgávur í 1986 og 1988 undir egnum navni, á tí seinna, Intro, er sangurin Sasa sa, sa, sum var eitt hitt tá og aftur seinni, tá føroyski tónleikabólkurin The Dreams gav út sangin í nýggjari versjón. Georg gav út tvey kassettubond saman við Tommy, teir kallaðu seg Georg & Tommy.

 

Georg búði nøkur ár í Íslandi har hann var sera virkin og vælumtóktur. Hann var forsangari í tónleikabólkinum Vikingaband. Íslendska sjónvarpið hevði samrøðu við hann, og hann framførdi í einari sending hjá teimum.

 

Tá Sumbiar Ítróttarfelag (Sumba) í 1990 gjørdist nummar tvey í næstbestu føroysku fótbóltsdeildini hjá monnum og fluttu upp í bestu deildini, góvu sumbingar út eitt kassettuband, sum Georg eystan Á stóð fyri.

 

Georg var framvegis virkin tónleikari, tá hann andaðist í 2022.

 

Georg fekk COVID-19 og gjørdist illa sjúkur á vetri 2021/22. Hann bleiv innlagdur á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum og luttók í sending, ið Kringvarpið gjørdi um koronudeildina og sjúklingarnar har. Hann bleiv útskrivaður og tók stig til at skipa fyri innsavning til flóttafólk úr Ukraina. Á vári 2022 bleiv hann aftur illa sjúkur og bleiv innlagdur á Ríkissjúkrahúsið, har hann seinni andaðist 29. mai 2022, bert 61 ára gamal.