Eisini suðuroyingar fara at søkja landsstýrið um stuðul til at byggja ellis- og røktarheim í Vági.
Tað er greitt eftir býráðsfund í Vági fríggjakvøldið.
Vágs Býráð varð kallað saman til eykabýráðsfund fríggjakvøldið at viðgera spurningin um Vágs Kommuna skuldi søkja landsstýrið um stuðul at byggja ellis- og røktarheim í Vági saman við Sumbiar- Porkeris- og Hovs kommunu.
Tað, sum upprunaliga lá í kortunum, var royna at fáa allar kommunurnar at vera saman um eitt ellis- og røktarheim í Vági, men tað er Tvøroyrar Kommuna ikki sinnað til- ikki fyribils í øllum førum. Samstundis er støðan hjá Hvalbiar bygdaráðið tann, at teirra kommuna er bara við í eini slíkari ætlan, um allar kommunurnar eru við. Heldur ikki fámjinginar hava givið tilsøgn um at vera við í eini ætlan um ellis- og røktarheim í Vági.
Sostatt datt ætlaða felags-verkætlanin niðurfyri, men síðani hava tær fýra kommunurnar í syðru helvt kannað møguleikar at byggja eitt ellis-og røktarheim sjálvi og eftir fund við landsstýrið er eisini greitt, at landsstýrið er sinnað at ganga eini umsókn frá suðuroyingum á møti, hóast allar kommunurnar ikki eru við.
Tær fýra kommunurnar, sum eru sinnaðar at byggja ellis-og røktrheim í Vági, eru Sumbiar- Vágs-Porkeris- og Sumbiar Kommuna og sostatt er Suðuroyggin farin í tvey í hesum máli.
Og á býráðsfundi í Vági fríggjakvøldið, skuldi Býráðið taka støðu til um Vágs kommuna varð sinnað at vera við í eini slíkari ætlan.
Freistin at søkja um stuðul úr landsstýrinum til Ellis- og røktarheim, er úti í morgin og tí hevði málið skund.
Og tað endaði eisini við, at ein meiriluti av býráðnum atkvøddu fyri uppskotinum og sostatt fær landsstýrið eisini eina umsókn úr Suðuroy at byggja ellis- og røktarheim í Vági.
Fimm býráðslimir atkvøddu fyri. Teir vóru tey bæði javnaðarumboðini, Kirstin strøm Bech, borgarstjóri og Eyðfinn Mørk. Fyri atkvøddu eisini bæði umboðini hjá uttanflokkalistanum, Poul Augustinussen og Sølvi Andreasen og sambandsmaðurin, Svenning Borg.
Ímóti atkvøddu teir tríggir tjóðveldismenninir, Hans Joensen, Jógvan Krosslá og Dánjal Bjarkhamar, og sambandskonan, Ásgerð Stenberg.