- Í summar verða minnisplátur settar upp við minnisvarðan um teir vestmenningar, sum hava latið lív á sjónum ella í vanlukkum. Nøvnini á teimum verða ritað í grót, og verða tað grótplátur á fóti, sum fara at standa á økinum.
Hetta siga tey í Vestmanna kommunu.
- Endamálið er at heiðra og minnast tey, ið eru farin í vanlukkum á sjógvi og á landi ígjøgnum árini. Minnisplátur verða gjørdar við teimum, sum eru farin frá 1940 og til dagin í dag.
Sagt verður, at í fyrstu syftu verða fýra plátur settar upp, og síðan verða fleiri so hvørt settar upp.
- Minnispláturnar fara ikki bert at bera nøvn, men eisini søgur um hendingar og bygdafólk, sum fóru út at arbeiða og skapa lívsgrundarlag, men ongantíð komu heimaftur.
Sagt verður, at á nøkrum plátum er ætlanin at seta QR-kotur á, so til ber at hoyra um serliga sjáldsamar hendingar.
Tað er bygdarsavnsnevndin hjá kommununi, ið er mannað við Fróða Skúvadal sum formanni, Páll Hellu og Paula Magnussen, sum nevndarlimum, ið skipa fyri og hava savnað saman nøvn og hendingar.
- Grótvirkið í Skopun ger minnispláturnar og tær fyrstu eru farnar í framleiðslu, legggja tey í Vestmanna kommunu aftrat.











