Fara at spæla í heilt nógvum hita

U-21 landsdysturin ímóti Hvítarusslandi verður spældur í armeniska høvuðsstaðnum

Tað endaði 2-2, tá ið Føroyar 16. juni og í Klaksvík spældu U-21 landsdyst ímóti Andorra

Klokkan 9 fyrrapartin í gjár lætti U-21 landsliðið hjá monnum í fótbólti úr Vágum. Ferðast var umvegis París, og seint mánakvøldið var føroyska ferðalagið komið til Jerevan í Armenia. Flogferðin úr París og til Jerevan vardi millum fýra og fimm tímar.

 

Málið við ferðini er EM undankappingardystur ímóti Hvítarusslandi. Um alt var, sum tað  plagdi at vera, so var føroyska ferðalagið ikki í armeniska høvuðsstaðnum, men heldur í Minsk, sum er høvuðsstaður í Hvítarusslandi ella onkrum øðrum býi í stóra landinum, sum er granni hjá Ukraina.

 

Men alt er ikki, sum tað plagdi at vera, og tí er tað í Jerevan, at føroyska U-21 landsliðið í dag fyrireikar seg til dystin ímóti Hvítarusslandi í morgin.

 

Armenia er í Kakasusfjøllunum – millum Svartahavið og Kaspiskahavið. Næsti granni vestanfyri er Turkaland, sunnanfyri er Iran, norðanfyri er Georgia og eystanfyri er Aserbadjan.

 

Í dag venur føroyska liðið á venjingarvølli, og í morgin verður vant á vøllinum, har EM dysturin verður hósdagin.

 

Tað vera eingir áskoðarar, og fyrsta bríksl verður klokkan 17.30 lokala tíð. Har er rættiliga heitt. Hitastigini liggja seinnapartarnar millum 35 – 37, so talan verður um stóra avbjóðing hjá føroyska liðnum. Tíðarmunurin er tríggjar tímar, og tað vil siga, at føroyska tíð verður fyrsta bríksl klokkan 14.30 hósdagin.

 

Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Hvítarussland og Føroyar hittast í U-21 landsdysti.

 

Týsdagin 12. september fara Føroyar at spæla á heimavølli. Tá verður Kroatia gestur í Klaksvík.

 

Eyðun Klakstein er venjari, og Atli Gregersen er hjálparvenjari.

 

 

 

Føroysku spælararnir

 

Ari Petersen, 07 Vestur

Rasmus Nilsson, BK Frem (Danmark)

Áki Johannesen, B68 Toftir

Børge Petersen, KÍ Klaksvík

Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)

Signar á Brúnni, Víkingur

Bergur Poulsen, EB/Streymur

Ási Dam, 07 Vestur

Jákup Vilhelmsen, KÍ Klaksvík

Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)

Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur

Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

Jens Erik Bruhn, TB Tvøroyri

Jónas Warner, B71 Sandur

Áki Samuelsen, HB Tórshavn

Olaf Bárðarson, Víkingur

Jørgen Nielsen, B68 Toftir

Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur

Poul Kallsberg, Víkingur

 

Tað endaði 2-2, tá ið Føroyar 16. juni og í Klaksvík spældu U-21 landsdyst ímóti Andorra