- Fara at styggja fólk frá politikki

- Vit mugu til at hava meira rúmligt kjak, heldur Kaj Leo Holm Johannesen

– Eg haldi, at áðrenn vit heingja landsstýrisfólk út á snórin, eiga vit at hugsa um, at hetta eru eisini menniskju eins og tú og eg. Tey eru pápar og mammur, og tey eru døtur og synir, og tey eru vinir og kenningar. Kom og gevið landsstýrisfólkunum eina virðiliga viðgerð framyvir. 

 

Orðini eigur fyrrverandi løgmaður á Facebook í morgun. Kaj Leo Holm Johannesen nýtti høvið í morgun at heita á føroyingar, um at halda ein virðiligan tóna. Orsøkin er, at fyrrverandi løgmaður er bangin fyri, at fólk fara at halda seg burtur frá politikki. 

 

 – Eg skrivi tað, tí at allar broytingar mugu byrja við einum sjálvum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í viðmerking til in.fo. Hetta er ikki fyrstu ferð, at fyrrverandi løgmaður fer út alment at verja politisk mótstøðufólk. Eisini í farnu viku var Kaj Leo Holm Johannesen í útvarpinum hjá Kringvarpinum við sama boðskapi um, at ikki leypa framav í kjakinum. Um orsøkina sigur Kaj Leo Holm Johannesen millum annað, at sakligheit má vera eitt høvuðsmál. 

 

– Um vit skulu fáa eina politiska skipan við størri áliti rundanum, so eiga vit sum minsta mál sum fólkavald, at vera saklig. Eg veit, hvat Høgni Hoydal stendur modell til í løtuni, tí eg royndi tað sjálvur í tvey ár, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Í seinastuni hevur kjakið rundan um fiskivinnuna verið hart, og eingin ivi er um, at trýstið á samgonguna er stórt í løtuni. Men tað er neyvan størri, enn tað so mangan áður hevur verið - eisini tá ið ABC samgongan sat við valdið við Kaj Leo Holm Johannesen á odda. Fyrrverandi løgmaður heldur tó fyri, at nú noyðast vit at ansa eftir, at vit ikki styggja fólk frá politikki. 

 

 – Um eitt mistak ella tvey skulu kosta landsstýrisfólkum sessin, so frystur skipanin og fólk tora ikki at arbeiða meira. Tað kann gerast ein sera dýr og stirvin skipan so, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í morgun.