Hetta vikusskiftið fer Gøtu Kirkju Ungdómskór á eina stutta rundferð kring landið, har tey fara at hava tríggjar konsertir. Tær vera í Gøtu Kirkju, Í Salt og í Havnar Kirkju.
Tey siga í tíðindaskrivi, at skráin er bæði fjølbroytt og krevjandi. Umframt eina røð av spirituals, verða fleiri føroysk kórverk á skránni, og so ikki um at tala verður eitt kórverk eftir einum av fremstu amerikansku nútíðar tónaskøldum fyri kór, Randall Strope. Í hesum sambandi fer kórið at framføra eitt ógvuliga dramatiskt kórverk, sum lýsir umvendingina hjá Paulus, soleiðis sum hon er lýst í Bíbliuni.
Hetta árið hevur annars verið ógvuliga serstakt fyri kórið. Tey skuldu fara uttanlands at syngja, men so kom korona og so datt alt á gólvið. So ístaðin fyri at ferðast, hava tey verið í upptøkuhølunum og tikið upp til eina fløgu, sum verður givin út í heyst. Ein partur av tí, sum kórið útgevur í heyst verður eisini framført á konsertini.
Allar konsertirnar eru ókeypis, men tey siga, at hevur onkur hug at stuðla kórinum, eru tey takksom fyri tað.