Fara eftir steypinum

Upptakt til steypafinaluna:

Sosialurin hevur hitt Heina Joensen

Stendur tað til liðformannin hjá Neistanum, Heina Joensen, verður tað Neistin, sum fer avstað við steypinum á mannfólkasíðuni.

Eftir hansara tykki ber als ikki til at tosa um nakran favoritt, men at talan heldur er um ein 50/50 dyst. Hann leggur kortini dent á, at teir sjálvandi fara eftir sigrinum.

Víðari sigur hann, at ein finala altíð er nakað serligt, og at hann ivast ikki í, at liðini bæði fara at geva alt tað tey orka.

Tær tríggjar ferðirnar, sum liðini bæði hava hitt hvørt annað higartil í ár, hevur Neistin ligið oman á, eins og bláa liðið hevur staðið seg betri í landskappingini, men sambært liðformanninum, hevur hetta ongan týdning.

-Tvær av teimum trimum ferðunum, var bert eitt mál á muni, og í triðja dystinum var talan um sera góðan dag hjá okkum, sigur kollfirðingurin, sum nú er búsitandi í Havn. Víðari sigur hann, at hetta heldur ikki gevur nakra orsøk at vænta ein sigur. Talan er jú um ein heilt annan dyst í dag, so hetta eigur ikki á nakran hátt at vera nakar koddi hjá okkum.

-Kyndil hevur eitt sera gott lið við nógvum góðum leikarum. Breiddin í hópinum er stór, teir hava gott fólk á øllum plássum, eins og talan er góðar skjúttar í bæði høgra og vinstra borði og tann sannroynd, at teir í hálvfinaluni vunnu á vestmenningum, boðar frá, at talan er um eitt av allarbestu liðum í landinum í løtuni, heldur altso Heini Joensen.

Eingir skaðar hava gjørt um seg, nú tað stundar til finaludystin, so allir mans skuldu verið tøkir. Annars greiður hann frá, at teir sum so ikki hava havt serligar venjingar í sambandi við stóru uppgávuna í dag. Venjingin hesa vikuna hevur tó ikki verið so hørð sum vanligt, men hevur annars ikki veirð merkt av finaludystinum.

Allir leikararnir eru tó, sum vera man, rættuliga uppsettir til dystin, og sum Heini sigur, so ynskja teir allir at vinna dystin, og fara teir uttan iva at gera sítt allarbesta, so tað ber til at røkka hesum máli.