Í morgin fara serfrøðingar hjá løgregluni til Nólsoyar í eini roynd at fáa greiði á, hví eldur kom í eini sethús á miðdegi í gjár.
Tað var á miðdegi í gjár, at løgreglan fekk boð um, at eldur var í einum sethúsum í Nólsoy. Tá ið boðini komu, var longu talan um stóran eld. Ein maður var í húsunum, men hann kom út í øllum góðum. Av trygdarávum fór hann á Landssjúkrahúsið at verða kannaður fyri roykeitran, men tað, løgreglan visti, var talan ikki um nakað álvarsligt.
Hóast sløkkiliðið eisini varð sent úr Havn, stóðu húsini ikki til at bjarga, so tey brunnu í grund, so løgreglan sigur, at í roynd og veru er ikki nógv eftir at kanna, men nú verður so ein roynd gjørd.