Fiskivinna
Á Fiskavirking í Miðvági fóru tey aftur til arbeiðis, 5. august eftir summarsteðgin.
Albert Ellefsen sigur, at væl av fiski hevur verið hesar báðar vikurnar, og tey 100-110 fólkini, sum er ?staburin? hjá flakavirkinum, hava havt nóg mikið at gera.
Í síðstu viku keypti virkið lastina hjá Fram og Smaragd; teir høvdu ávikavist 190.000 og 70.000 pund í part, meginparturin upsi.
Hesa vikuna hevur Vesturbúgvin, sum er á gullaksaveiði, landað 210.000 pund í Miðvági. Teir partrola saman við Eysturbúgvanum, sum landar til Tavuna í Leirvík.
Í vikuni hevur virkið eisini keypt nakað av hýsu á uppboðssølu.
Alberg Ellefsen veit eisini at siga, at línuskipið, Sigmundur, skal landa á Toftum mánadagin komandi, og her hevur Fiskavirking í Miðvági keypt hýsuna.
Hósdagin vóru 95 tons av hýsu til sølu á gólvinum á Toftum, men tá ið vit frættu, dugdi Albert ikki at siga, um ein partur av hesum endaði í Miðvági.
Upsi, gullaksur og hýsa
Albert sigur, at nú virkið hevur keypt og virkað gullaks til fars, hevur heldur minni orka verið nýtt inni á sjálvum flakavirkinum.
- Vesturbúgvin, sum plagar at gera ein túr um vikuna, landar 100 og góð 100 tons hvørja ferð. Tað tekur okkum einar 2-3 dagar at framleiða henda fiskin til fars, og hesar dagarnar arbeiða vit minni av øðrum fiski.
Hann roknar við, at Fiskavirking í Miðvági fer at taka ímóti gullaksi umleið ein mánaða aftrat; so er sesongin liðug.
Prísurin á gullaksi hevur ligið nakað omanfyri 4 krónur fyri kg., men í løtuni er hann heldur lægri.
- Nú fara vit so aftur í størri mun at arbeiða hýsu, og væntandi varar hýsusesongin
til einaferð út á várið, sigur Albert Ellefsen, virkisleiðari.