Nú fara Bústaðir eisini at byggja nakrar íbúðir í Hvalba. Í dag hava Hvalbiar kommuna og Bústaðir nevniliga gjørt avtalu um, at Bústaðir keypir grundøki í Hvalba frá kommununi, við tí fyri eyga, at byggja nakrar leiguíbúðir. Talan er um grundstykki upp á tilsamans 2.262 fermetrar. Talan er um eitt stykki á Snæbjarnarvegi, vesturi á heyggi í Hvalba – tað er í nýggja býlinginum vestast í bygdini.
Í hesum sambandi er ætlanin, at Bústaðir skulu byggja seks leiguíbúðir á stykkinum. Men tað verður ikki beint nú, at farið verður undir byggingina. Hvalbiar Kommuna sigur á heimasíðu síni, at fyrireikingarnar halda nú fram og at ætlanin er at koma við nærri kunning um verkætlanina er tøk í heyst.