Nú verður riggað til at fara undir arbeiðið at byggja nýtt røktarheim í Hoyvík. Talan er um røktarheimið, sum ætlanin hevur verið at gera á Stórubrekku í Hoyvík. Í hesum sambandi fáa byggirfyritøkur nú høvið til at bjóða seg fram at vera við í kappingini um at byggja heimið og ætlanin er so at velja fýra fyritøkur burturúr, sum sleppa at bjóða upp á arbeiðið. Lagt er upp til, at nýggja røktarheimið skal vera framsøkið og nærverandi bygging á altjóða støði, sum tey orða tað.
Verkætlanarkappingin skal vísa, hvussu møguleikarnir við Dalin Langa, saman við røktarbústøðum, havum, og øðrum, kunna gerast eitt eyðsýnt nýtt andarhol í býnum.
Ætlanin er at byggja røktarheim við 64 búplássum umframt 16 røktaríbúðum. Økið er 50.000 fermetrar og sjálvur bygningin er einar 6.500 fermetrar. Mett verðrur, at røktarheimið fer at kosta 210 milliónir krónur, sigur býráðið á heimasíðuni.