Fara nú undir bygging av stórskúla í Klaksvík

Í hesum mánaðinum verður fyrsti spakin settur ír, og í summar fer sjálv skúlabyggingin í gongd.

Í hesum mánaðinum verður fyrsti spakin settur ír, og í summar fer sjálv skúlabyggingin í gongd.

 

Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík við Skúlablaðið í morgun. Fyrsta byggistig skal standa klárt at taka í nýtslu eftir summarfrítíðina í 2018.

 

Mett verður , at 1. byggstig kostar um 100 milliónir krónur.

 

Umframt at spakin verður settur nú í desembur í arbeiðið at nútímansgera skúlagarðin, byrjar arbeiðið at nútíðargera atkomuna við lyftu til barnatannrøktina og Gigni, heilsufrøðiliga tænastustovnin. Tað byrjar eisini nú í desembur.

 

Í juni 2015 verður spakin í arbeiðið at byggja nýggja skúlan. Tað er 1. byggistig, ið sum nevnt er liðugt at taka í nýtslu summarið 2018.

 

- Fyri okkum hevur tað stóran týdning, at byggingin órógvar sum minst gerandisdagin hjá lærarum og næmingum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri við Skúlablaðið.

 

Greinin í Skúlablaðnum kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER