Fara seinnapartin til Ísraels

Ein partur av teimum 46, sum seinnapartin skulu flúgva úr Keypmannahavn og til Tel-Aviv bíðaðu í nátt eftir floglíkindum, og í morgun eru tey farin úr Vágum Flogferðslan er komin aftur í rættlag, eftir at nógvi vindurin í gjár og í nátt bar við sær, at einki flogfar lendi í Vágum og at tvey flogfar fóru úr Føroyum í gjár. Ætlanin var annars, at fýra flogfør skuldu lenda, og at fýra flogfør skuldu fara úr Vágum.

Í dag eru floglíkindi, og fyrrapartin eru tvey flogfør komin í Vágar, og tvey eru farin avstað.

46 føroyingar fara seinnapartin úr Kastrup og til Ísraels, har tey skulu ferðast í tvær vikur. Ferðin verður gjørd í samstarvi við Felix rejser, og ferðaleiðarar eru Frants Jensen og Hilmar Højgaard.

Summi teirra, sum í dag skulu til Tel-Aviv, vóru farin av landinum fyrr í vikuni, og fleiri vóru í flogførunum, sum fóru avstað tíðliga í gjár.

Fleiri skuldu fara við flogførum seinnapartin í gjár, og tá ið tað ikki eydnaðist at sleppa avstað, var tað kanska eitt sindur av spenningi, um tað fór at eydnast at sleppa til Keypmannahavnar, áðrenn flogfarið lættir úr Kastrup og til Ísraels.

Veðurforsøgnirnar vóru so mikið góðar, at tað ongantíð var ivi um, at tað fór at eydnast, og í morgun eru tey, sum framvegis vóru eftir í Føroyum, og sum seinnapartin skulu til Ísraels, farin til Keypmannahavar. Fyrra flogfarið lætti klokkan 8.15 og hitt klokkan 9.00.