Gonguferð
Í kvøld skipar Kunningarstovan á Tvøroyri fyri gonguferð í Hvalba.
Kunningarstovan á Tvøroyri ætlar at gera gonguferðir til fastan tátt á skránni hvørt hóskvøld
Síðsta hósdag skipaðu Kunningarstovan á Tvøroyri fyri gonguferð runt á Tvøroyri, har nøkur fólk vóru við og tá varð borið upp á mál at fara til Hvalbiar í dag.
Tey siga, at tey, sum eru rakt av nýggjasta mótaherðindi á økinum, sum er at ganga við skíðstavum, eru vælkomin at hava teir við.
Men tey, sum ongar stavir eiga, skulu endiliga ikki halda seg aftur, tí hetta er eitt tiltak fyri øll.
Í kvøld er ætlanin at hittast við Kirkjugarðin í Leirbøi í Hvalba klokkan 19 og síðani verður farið ein túr runt í bygdini.