Fara til Norra við røttum ryggi

Í kvøld vóru tað ungu menninir, sum síðstu løtuna og saman við málverjanum áttu avgerandi leiklut

Fríggjakvøldið endaði tað við 36-34 tapi, tá ið Føroyar og Italia spældu vinadyst í hondbólti. Hetta var fyrsta tapið í høllini Við Tjarnir. Tað kendist at vera vónbrot, tí Føroyar vóru frammanfyri mesta partin av tíðini, og tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal, var føroyska leiðslan seks mál.

 

Tá varð sagt, at stóra orsøkin til ikki so sannførandi avrikið stóran part av seinna hálvleiki var, at nógvir at lyklaspælarunum ikki vóru so nógv á vøllinum eftir steðgin.

 

Í kvøld hittust Føroyar og Italia aftur. Hetta var síðsti fyrireikingardystur, áðrenn bæði Føroya og Italia í vikuni fara at taka lut í EM endaspælinum.

 

Føroyska liðið fer nú yvir til Oslo, og føroyingarnir hava orsøk til at hava sjálvsálit í viðførinum.

 

Føroyar vunnu í kvøld 38-34 eftir 18-17 hálvleiksleiðslu. Serliga var tað síðstu løtuna, at tað koppaði føroyska liðnum til fyrimunar. Verjan riggaði heilt væl, og tað bar aftur við sær, at Pauli Jacobsen, sum alla tíðina var stinnur, av álvara var dystaravgerandi.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu var ikki á vøllinum í kvøld. Óli Mittún og Pauli Mittún verða roknaðir at vera avgerandi lyklaspælarar og serliga, tá ið Elias ikki er á liðnum. Í kvøld vóru Óli og Pauli ikki so nógv á vøllinum í seinna hálvleiki, og tá vóru tað aðrir, sum av álvara tóku av.

 

Sera hugaligt var at síggja, at Bjarni í Selvindi, sum ikki var á vøllinum fríggjakvøldið, skoraði tvey tey fyrstu føroysku málini og aftur fram ímóti dystarenda var rættiliga eyðsýndur og til saman skoraði fýra mál. Rói Ellefsen á Skipagøtu var heilt eyðsýndur. Hann skoraði tvey mál og átti eisini fríspælingarog strikuspælararnir Ísak Vedelsbøl og Teis Horn Rasmussen stóðu seg eisini væl, meðan Vilhelm Poulsen á bakkinum, sum skoraði trý mál, heilt víst iðrar seg um, at hann fleiri ferðir misnýtti, tá ið hann var heilt leysur.

 

Leivur Mortensen var framúr á veinginum í vinstru. Saman við altíð tryggja Hákuni West av Teigum var hann toppskjútti við sjey málum.

 

 

 

Føroyar – Italia 38-34 (18-17)

 

Málskjúttar: Leivur Mortensen 7 (1), Hákun West av Teigum 7 (1), Pauli Mittún 5, Ísak Vedelsbøl 5, Bjarni í Selvindi 4, Teis Horn Rasmussen 4, Vilhelm Poulsen 3, Ròi Ellefsen á Skipagøtu 2, Óli Mittún 1