Suðuroyarpakki
? Taka suðuroyingar av tilboðnum frá landsstýrinum um at byggja Røktarheim í Vági, verður farið til verka beinanvegin.
Tað staðfestir Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanamálum.
Hann sigur, at á fundinum við suðuroyingar týsdagin, fekk landsstýrið lýst málið fyri kommununum í Suðuroy.
Eftir fundin skulu kommunurnar so viðgera støðuna og koma til eina niðurstøðu.
Men av tí, at tað eru kommunurnar, sum skulu taka stig til at byggja røktarheim og sum skulu betala helvtina, verður neyðugt, at kommunurnar koma til eina felags niðurstøðu.
Hans Pauli Strøm sigur eisini, at kommunurnar mugu bera hampiliga skjótt at so at landsstýrið kann taka støðu nakað skjótt, so at greiða fæst á um tað verður egg ella ungi.
Í løtuni liggur bólturin sostatt hjá kommununum í Suðuroynni.
Hans Pauli Strøm sigur, at summar kommunur boðaðu beinanvegin frá, at tær tóku undir við ætlanini. Onkur kommuna var eitt sindur ivingarsom og onkur kommuna beinleiðis vísti málið frá sær.
Landsstýrismaðurin vil ikki siga, hvørja støðu tær einstøku kommunurnar høvdu. Men tað, vit hava fingið upplýst frá fundarfólki, er, at fýra av teimum smærru kommunurnar í oynni boðaðu greitt frá, at tær taka undir við ætlanini, Tann fimta lítla kommunan, Fámjin, hevur ikki tikið støðu. Tvøroyrar Kommuna er meiri ivingarsom, men Vágbingar vísa tilboðnum frá sær, tí teir halda framvegis fast við, at miðnámsskúlin skal byggjast í Vági, soleiðis sum ætlað.
Fíggingin er ikki trupulleikin
Ein høvuðstrupulleiki er, hvussu eitt slíkt røktarheim skal fíggjast, tí summar kommunur í Suðuroy er rættiliga illa fyri.
Men Hans Pauli Strøm sigur, at á fundinum týsdagin fekk Landsstýrið greitt kommununum frá, at fíggingin skal ikki verða nakar trupulleiki.
? Kommunurnar skulu betala 50% av byggingini og vit hava boðað kommununum frá, at landsstýrið er sinnað at finna ein fíggingarleist so at allar kommunurnar kunnu vera við.
Talan kann vera um at toyggja avdráttartíðina og at geva kommununum ein avdráttarskáa.
? Fíggingin verður ikki ein trupulleiki. Trupulleikin hjá kommununum er heldur av prinsipiellum slagi og hann er um ætlanin, sum er skorin út í kortið við miðnámsskúla í Vági og heilsuskúla á Tvøroyri, skal broytast.
Eitt annað ivamál hevur verið, hvørjari tíðarætlan, landsstýrið arbeiðir eftir.
? Har hava vit gjørt greitt, at taka kommunurnar undir við ætlanini, verður farið til verka beinanvegin við at projektera og fyrireika byggingina.
? Taka kommunurnar undir við ætlanini stendur røktarheimið liðugt um góð tvey ár, sigur Hans Pauli Strøm
Tað hevur eisini fleiri ferðir verið reistur spurningur við um hetta er eitt mál, sum øll samgongan stendur aftanfyri?
Hans Pauli Strøm staðfestir, at hetta er eitt mál, sum samgongan stendur aftanfyri. Ella sum hann málber seg:
? Tað er ikki í heimildarloysi at vit eru farin til Suðuroyar við hesum tilboðnum.