Fara við ferðafólki í Lítlu Dímun

Aftur í ár fara hvalbingar í Lítlu Dímun við ferðafólkum, og fyrri túrurin verður nú komandi vikuskifti.

Farið verður av Hvalba leygardagin 19. juni kl 16 við sluppini Johannu. Komin í oynna verður gingið niðan á toppin, har gist verður í einum stórum tjaldi.

21. juni er longsti dagur og er ætlanin við túrinum eitt nú at síggja sólina, tá hon fer í kav og rísur aftur.

Sunnumorgunin verður so farið til gongu niður av aftur toppinum og oman til renningina, her hava øll møguleikan at síga niður í ein árabát, sum førir tey umborð aftur á Johannu.

Komið verður aftur til Hvalbiar seinnapartin sunnudagin.