Í síðstu viku varð farið undir at spreingja Gomlurættarmeðna til Sandoyartunnilin.
Ferð er ikki rættiliga komið á enn á Streymoynni - sprongt verður enn, har tunnilsmunnin skal vera. Men Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum Eystoyar- og Sandoyartunnil, sigur, at frá Sandoynni eru nú um 320 av teimum 10,8 kilometrunum, ið tunnilin skal vera til longdar.
##med2##
- Tað gongur fínt. Vit eru ikki ordiliga komnir í gongd á Gomlurætt, men vit eru í ferð við at koma í gongd. Á Sandoynni hava teir sprongt um 320 metrar, sigur Teitur Samuelsen.