Farin at býta málsøki

Tríggir tinglimir frá hvørjum av samráðingarflokkunum hava nú sett seg saman at býta málsøki í millum teir tríggjar flokkarnar Tey níggju, sum eru farin at samráðast um málsøkini eru:

Høgni Hoydal, Torbjørn Jacobsen og Anita á Fríðriksmørk úr Tjóveldi, Jóannes Eidesgaard, Hans Pauli Strøm, Helena Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum, og Jenis av Rana, Bill, Justinusen og Karsten Hansen úr Miðflokkinum.

Hetta merkir tó ikki at samgonguskjalið er endaliga liðugt. Jóannes Eidesgaard sigur við Kringvarpið, at tað er farið til ?redigering?.

Jóannes letur væl at samráðingunum og heldur, at tað hevur gingið skjótt. Men hann vil einki siga um samráðingarnar um málsøki. Tær eru júst byrjaðar.

Høgni Hoydal sigur við Kringvarpið, at Tjóveldi fer eftir so nógvum málsøkjum og landsstýrisfólkum, sum tað sømir seg støddina og styrkina hjá flokkinum.