Faroe Camper skal leiga út tjaldbilar

Aftur hesa vikuna eru fleiri nýggj partafeløg stovnað, sambært bl.fo.

 

Í Húsavík ætlar Sp/f Mary-Ann at reka fiskivinnu. Tað eru Sára Mary-Ann Johnsdóttir Anthoniussen, sum er stjóri í felagnum, sum Wilhelm Petersen hevur stovnað.

 

BE Búgv skal eiga, umsita og leiga ognir. Birgir Eliasen í Havn er stjóri í felagnum.

 

Una Højgaard og Fríða Jeanne Petersen eru stjórar í felagnum Højgaard & Petersen, sum fer at reka virksemi við handli og tænastu.

 

Og so er tað ferðavinnufelagið Faroe Camper, sum Hans Niclasen úr Miðvági og Elfinn Ørvarodd úr Havn hava stovnað. Felagið fer millum annað at leiga út tjaldbilar til ferðafólk.

 

Allar broytingarnar í vinnuskránni síggjast her.