Faroe Petroleum boðar frá, at verandi lánsavtalan við Bank of Scotland, sum fíggjar leitingarverkætlaninar hjá felagnum í Noregi, er hækkað frá 120 milliónum norskum krónum til 250 milliónir
Í Noregi fáa leitingarfeløg, sum ikki hava framleiðslu, afturgoldið 78% av leitikostnaðum á norskum øki. Sostatt rindar norski landskassin 78% av leitikostnaðunum hjá Faroe Petroleum í Noreg. Upphæddin verður rindað í desember mánaði í fylgjandi skattaári.
Hesi serligu skattaviðurskiftini vórðu innførd í 2006 fyri at eggja feløgum til at gera meiri íløgur í olju- og gassleiting í Noregi.
Lánsavtalan við Bank of Scotland ger nýtslu av serligu skattaviðurskiftunum í Noregi, og er tí lík einum kassakreditti; men hevur lága rentu, av tí at bankin hevur veð í skattaendurgjaldinum frá norska landskassanum.
Faroe Petroleum fegnast um tað góða samstarvið, sum felagið hevur við Bank of Scotland. Lánsavtalan betrar munandi um peningastreymin hjá Faroe Petroleum og økir um tøka kapitalin hjá felagnum, soleiðis at fleiri íløgur kunnu gerast í enn fleiri virðisøkjandi verkætlanir.