Faroe Petroleum í norskari oljuavtalu

Faroe Petroleum boðar frá, at felagið hevur gjørt eina handilsavtalu við DONG Energy, har Faroe Petroleum letur síni 10% av Trym gasskelduni fyri reiðan pening og partar av norsku oljufram-leiðandi loyvunum Glitne og Enoch

Avtalan fevnir um umbýti av 10% av Trym afturfyri:

? Góðar 40 mió. norskar krónur sum verða goldnar í tveimum ratum

? 800 tunnur av olju um dagin frá oljukeldunum Glitne og Enoch, sum Faroe Petroleum fær ávikavist 9.3% og 1.86% av; og

? At DONG Energy varðveitir skyldina fyri avriggingini av Glitne framleiðslupallinum upp til 84 mió. norskar krónur, sum er metti kostnaðurin fyri avriggingini.

Faroe Petroleum yvirtók 10% av Trym í 2007 í sambandi við eina avtalu við Shell. Trym gass-keldan liggur á norskum øki, nær við danska sjómarkið. Eftir ætlan skuldi Trym framleiðslueindin útbyggjast í 2006, men norsku myndugleikarnir góðtóku ikki verkætlanina av handilsávum.

Síðani er Dong blivið fyristøðufelag, og ein nýggj verkætlan varð latin myndugleikunum á heysti 2008. Væntandi verður verkætlanin góðkend innan stutta tíð.

Glitne byrjaði at framleiða í 2001. Oljan verður pumpað umborð á framleiðslu- og goymsluskipið Petrojarl 1, og verður síðani flutt til lands við tangaskipi. Í byrjanini varð mett, at framleiðslan fór at vara í 3 ár, men livitíðin á oljukelduni er nógv longd eftir at fleiri boringar eru gjørdar. Í løtuni verða 7.000 tunnur um dagin framleiddar, av hesum eigur Faroe Petroleum 650 tunnur. Nýggjur 4D seismikkur er skotin yvir økið, og nú verður kannað, hvussu framleiðslan kann økjast enn meiri.

Enoch liggur nær við Glitne og beint við bretska sjómarkið. Oljufelagið Paladin stóð fyri verkætlanina á Enoch, har framleiðsla byrjaði í 2007. Framleiðslan verður førd til ?Brae A? framleiðslueindina bretsku megin markið. Enoch framleiðir støðugt 8.000 tunnur um dagin, harav Faroe Petroleum eigur 150 tunnur um dagin.

Felagið er sera væl nøgt við avtaluna, sum gevur felagnum bæði tøkan pening og framleiðslu í Noregi. Felagið sleppur við avtaluni eisini undan tí stóru íløguni, sum skal gerast í sambandi við útbyggingina av Trym tey næstu árini.