Faroe Seafood tók løgman við í fallinum

Hóast Kaj Leo Johannesen skriv­aði í tíðindaskrivi í gjár, at felag hansara misti »meira enn fimm mill­­iónir krónur upp á syrg­iliga húsagangin hjá Far­oe Seafood og var ein høv­uðs­orsøk til, at okkara felag varð tik­ið við í fall­i­num«, so er tað ikki heilt rætt.

Tað er rætt, at felagið hjá løg­manni, Trans Farex In­vest P/F misti nógvar peng­ar upp á partabrøv í Faroe Seafood. Men tað var ikki or­sak­að av húsaganginum hjá Faroe Seafood ? men or­sak­að av støð­uni, sum Far­oe Seafood kom í, eft­ir at Kaupthing rýmdi úr Føroyum. Kaupthing fíggj­aði felagið.
Sambært árs­rokn­skap­i­nu­m hjá Faroe Seafood fyri 2007 var tað orsøkin til, at part­a­pen­ing­urin varð nið­ur­skrivaður til 0 krónur, og varð allur partapeningurin mist­ur.
Faroe Seafood gjørdi rokn­skap bæði fyri 2008 og fyri 2009 áðrenn felagið steðg­aði í desember í 2010.