Í kvøld byrjaði Faroexpo 2011 við einum móttøkutiltaki í BankNordik í Saltangará.
Umleið 60 vinnulívsfólk úr Danmark, Føroyum og Íslandi vóru møtt upp.
Kári E. Jacobsen úr Runavíkar býráð bjóðaði vælkomin til Faroexpo og til Runavíkar kommununa. Hann legði í síni talu stóran dentin á týdningin, ið bæði vinnuliv og mentan hevur fyri staðið. Síðan greiddi Símun Hammer, stjóri í VRG, frá praktiskum viðurskiftum í sambandi við Faroexpo 2011 umframt gongdini síðan byrjan fyri 7 árum síðan.
John Rajani, stjóri í BankNordik, greiddi frá gongdini og økta virkseminum í BankNordik. Millum annað hvussu tey í seinastuni hava keypt tann góða partin av Amagerbanken, av tí at bert fáir møguleikar eru fyri at víðka virksemið her í Føroyum, og eisini tí BankNordik natúrliga fylgir við marknaðinum, har føroyskt vinnulív hevur sínar samstarvsfelagar.
Aftaná var lætt ábit at fáa frá Gjáargarði, sum tekur sær av øllum, ið borðreitt verður við á Faroexpo, og samstundis nýttu vinnulívsfólk høvið til at netverka.