Við betri ferðasambandi millum partarnar verður liviligari og trivnaður og trygd gerast betri. Okkara flogsamband við onnur gongur um flogvøllin í Vágum. Ynskiligt er tí at sambandið millum flogvøllin og restina av landinum er á høgum støði. Sum er er sambandið ein foran í einum dynamiskum ferðamynstri.
Sjálvandi hevur gott samband til og úr Vágum alstóran týdning fyri fólkið og vinnulívið í Vágum, men hetta er ikki bara eitt lokalmál fyri Vágar. Gott samband hevur stóran týdning fyri fólk og vinnulív í stórøkinum.
Fast samband um Vestmannasund er tí nakað sum vit eiga at raðfesta frammalaga. Hetta er eitt mál, sum ikki bert fólk í Vágum skulu stríðast við og fyri, hetta er í stóran mun ein landsuppgáva - eitt mál, sum vit í stórøkinum hava áhuga í fyri at fáa eitt dynamiskt samband til og frá flogvøllinum. Hetta er ferðsluvegurin úteftir. Hetta er ferðsluvegurin inneftir.
Hvussu við fígging? Hetta er stóri spurningurin. Skal øll fíggingin leggjas tá landskassan so verður íløgan ikki gjørd í bræði. Tí er tað áhugavert at vita um alternativ fígging fæst. Og hvussu stóra fígging ein bum-pemingaskipan kann klára at bera.
Málið hevur uppiborið eina virðiliga viðgerð.
Terje Davidsen,
løgtingsmaður