Fátækadømið í Føroyum stendur næstan í stað

Tað fall nógv frá 2018 til 2019, men síðani stendur tað í stað – men ongastaðni í Norðurlondum eru so fá fátæk fólk, sum í føroyum

Stakir pensjónistar eru ein tann fátækasti bólkurin í Føroyum

Í 2020 vóru 7,6 prosent av føroyingum í fátækaváða. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni og sostatt var fátækadømið í 2020 at kalla tað sama, sum tað var í 2019, tá ið tað var 7,7 prosent.

 

Grundarlagið undirtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er inntøkan hjá fólki í eitt ár. Tá ið javnvirðisinntøkan verður roknað, verður lagt upp fyri, hvussu nógv vaksin og børn eru í eini húski, tí tað sigur nakað um, hvørjar nýtslumøguleikar tey einstøku í húskinum hava.

 

Eitt stórt húski má hava størri inntøku enn eitt lítið, tí tað kostar meiri at føða og klæða eitt stórt húski. Men samstundis eru eisini fyrimunir í einum stórum húski. Eitt húski við fimm fólkum skal ikki rinda alt fimm ferðir so nógv fyri ljós,  varma, hvítvørur, og annað, sum eitt húskið við einum fólki skal.

 

##med2##

 

Sum tað sæst í talvuni omanfyri, hevur  prosentparturin av fólki í fátækaváða, ligið um 10 prosent tey flestu árini. Tó var eitt fall frá 2018 til 2019 úr 9,9 prosentum, niður í 7,7 prosent. Í 2020 var parturin av fólki í fátækaváða 7,6 prosent, sum er næstan tað sama sum í 2019.

 

Fremsta orsøkin til fallið frá 2018 til 2019 var, at tað eru nógvir pensjónistar, sum hava verið undir fátækamarkinym, men í 2019 fóru fleiri av teimum upp um markið aftur – og teir hildu sær har í fjør.

 

Tað vóru einamest tey ið eru 67 ár og eldri, har tey vóru tvey, ella fleiri, í húski, sum fóru uppum markið í 2019. Hinvegin er støðan hjá teimum støku fólkapensjónistunum áleið tann sama í 2020, sum hon hevur verið og tað merkir, at væl meira enn helvtin av teimum enn eru undir fátækamarkinum.

 

##med3##

 

Talvan omanfyri vísir prosentpartin av føroyingum, sum eru undir fátækamarkinum.

 

Í ES eru 16,7 prosent av fólki í fátækaváða. Í Norðurlondunum er parturin av fólki í fátækaváða størstur í Grønlandi í 2018, tá 16,8 prosent vóru í fátækaváða og og í Svøríki í 2019, tá 16,1 prosent vóru í fátækaváða. Fægst eru í fátækaváða í Føroyum og Íslandi. Í Íslandi vóru 8,8 prosent av fólkunum í fátækaváða í 2018. Sí eisini talvuna niðan fyri.

 

##med4##

 

 

 

Stakir pensjónistar eru ein tann fátækasti bólkurin í Føroyum