Ófatiligt og órættvíst at nøkur sleppa undan

? Eg haldi, at tað er ótrúligt, at tað skal bera til ár eftir ár, at somu persónar - og hetta eru vinnurekandi fólk, eg tosi um - skulu sleppa undan at gjalda skatt, sigur Tórfinn Smith, býráðslimur í Havn

? Aðrastaðni í Norðurlondum ber hetta ikki til. Í Noregi veit eg til dømis, at um ein persónur ikki yvirheldur sínar borgarligu skyldur, sum til dømis tað at gjalda skatt, so kann hann eitt nú ikki vera í eini partafelagsnevnd í landinum, sigur Tórfinn Smith.

? Her í Føroyum er ikki á sama hátt. Og her hugsi eg ikki um nakrar sosialar taparar. Tað eru vinnurekandi fólk, eg hugsi um. Hjá teimum ber til at halda áfram við sínum virksemi ár eftir ár uttan í heila tikið at gjalda skatt. Talan er ikki bara um nøkur fá ár. Tað eru rættiliga nógv ár.

? At hetta skal bera til er himmalrópandi órættvíst, sigur Tórfinn.


Órættvíst og kappingaravlagandi

Sum dømi um, at hetta ber til í Føroyum, hevur Tórfinn Smith í eini grein í Sosialinum nevnt eitt skattamál, har umsókn kom frá einum vinnurekandi um frítøku av stórum parti av álíknaða skattinum. Hesin hevur rikið vinnuverksemi í mong ár, uttan tó at hava givið upp skatt. Hvørt ár hevur skattavaldið mett inntøku hansara og sett hann í skatt, men goldið hevur hann ikki. Nú stóð hann og skyldaði millióna upphædd.

Tórfinn sigur, at tað eru millum annað handilsfólk og umboðsfólk fyri eitt ella annað, sum gera á henda hátt. Sjálvur veit hann um nógv tílík dømi, og í býráðnum hevur orðaskiftið gingið um hetta, uttan at nakað sum helst er hent.

Tórfinn kemur tí til niðurstøðuna, at um ein er vinnurekandi, er als ikki neyðugt at rinda skatt.

Umframt at hetta er sera órættvíst ímóti teimum, sum gjalda skatt, vísir Tórfinn eisini á, at hetta beinleiðis er kappingaravlagandi.


Vilja ikki gjalda

Tórfinn sigur, at tað gongur fyri seg á tann hátt, at hesi vinnurekandi B-skattgjaldarnir ikki lata inn nakra sjálvuppgávu. Rykt verður eftir sjálvuppgávuni, og um einki hendir, verða tey mett av landsins myndugleikum. Kortini gjalda tey einki, sjálvt um fleiri rykkjarar koma. Samstundis syrgja tey fyri ikki at eiga nakað, so einki er at heinta frá teimum, tá ið sakin verður til eitt skattapolitimál.

Um tað er manglandi lógargrundlag ella okkurt annað, sum ger at hetta kann bera til, veit Tórfinn ikki. Men hann heldur, at nú má hetta steðgast.

Tórfinn kennir til hesi málini frá býráðsarbeiðinum. Landsstýrið fær hvørt ár umsóknir frá fólki um at vera frítikin frá skatti, ella tey biðja um skattalætta. Landsstýrið fer víðari til tær einstøku kommunurnar við hesum umsóknunum.

Tórfinn sigur, at í flestu av málunum eru góðar grundir fyri annaðhvørt at fáa skattalætta ella at verða frítikin frá skatti. Í býráðnum í Havn fer tað bæði gjøgnum líkningar-, sosialu- og fíggjarnevndina, áðrenn tað kemur fyri sjálvt býráðið. Tikið verður síðani støða til hvørt einstakt mál.


Heilt ófatuligt

? Tað er heilt ófatuligt, at tað skal bera til at halda áfram við sínum vinnuliga virksemi, tá ið ein ikki rindar sín skatt. Um tað var rætt, skuldi als ikki verið møguligt at komið í eina tílíka støðu, og eg skilji ikki, at tað kann lata seg gera.

Í hesum líkjast vit ikki hinum Norðanlondunum, heldur Tórfinn. Um tað var rætt, skuldi ikki verið møguligt hjá einum tílíkum persóni aftur at rikið vinnuligt virksemi, um hann ikki helt sínar borgarligu skildur, sum tað at rinda skatt.

Tórfinn veit ikki, hvar knúturin liggur. Sjálvur hevur hann heitt á býráðið fyri at biðja teir heita á landsins myndugleikar um at steðgað hesum óskilinum. Um nakað er hent víðari, veit hann tó ikki enn.