Fríggjakvøldið klokkan 23 stundisliga kom eitt av høvuðsnøvnunum á Summarfestivalinum á pallin. Ein friðarlig byrjan, sum spakuliga gjørdist til meira og meira.
Brian McFadden var á pallinum. Lagið Irish Son blandaði seg spakuliga við skiftandi sirm og regn og stóru áhoyrarafjøldina.
Men ljóðið var ikki gott fyrstu løtuna og gjørdist ongantíð heilt gott. Men Brian McFadden og hansara fólk vístu skjótt, at hetta var ongin forðing, og framførslan kom skjótt út um pallkantin. Og Brian McFadden hevði eina framførslu, sum bara gjørdist betri og betri.
McFadden byrjaði meira og meira at slappa av og at samskifta við lurtarafjøldina. Hann gjørdi greitt, at henda fyrsta ferðin í Føroyum var góð og at honum dámdi landið. Allar kvinnurnar eru so sera vakrar, meðan menninir hinvegin bara eru rímuligir. Og hesi orð vórðu sjálvsagt stórliga fagnaði millum kvinnuligar áhoyrarar.
No Hero
McFadden hevði nú áhoyrararnar í sínum lógva. Hes no Hero, sang hann síðani. Talan gjørdist meira og meira um eina framførslu, har McFadden prógvaði sína góðu mannfólkarødd, meðan tónleikararnir leiktu væl undir, uttan nakrantíð at prógva seg sum úrmælingar. Hvørt teir vóru tað ella ikki, skal standa ósagt, men tað var McFadden, ið bar framførsluna.
Eitt lag kom so, ið nokk nevndist Out of the Game. Nógv nýtt tilfar var á skránni og tað stuttliga er, at stílurin var ein annar, enn ein hevði hugsað sær. Ofta yvir í hesa løgnu blanding millum rock/country og eitt vet av poppi, har ongin rættiliga torir at seta ein navn á.
Men hetta stuttliga shouffle lagið var nú einaferð meira country, enn nakað annað, men gott og kundi tað sama verið t.d. Eagles ella onkur annar. Stuttligt, gott og væl framført við slíkari orku, at tað bar til.
Hittið Be true to your Woman kom til sín rætt við hóskandi ljósum afturvið: Brian heitti á øll um at tendra ljós í fartelefonini og veitra við telefonunum, tí fartelefonirnar hava nú avloyst kertuljósini og tendrarar.
Stól
Og so tók McFadden sjálvur guitara í hond, tók ein stól, og settist sjálvur at spæla. Flying without Wings. Ein stillari, men sera góð løta á konsertini.
Og so heitti hann á fjøldina um at stuðla honum í sanginum Allmost There. Har syngur nevniliga unnusta hansara við, men hon var ikki til staðar. Og so tók fjøldin uttan hóvasták og sang við og fyrigav uttan himpr, at unnustan ikki sang við, men royndi hinvegin at gera sítt besta og til at gera hetta til tað góða upplivilsi, sum tað eisini gjørdist.
Framførslan tók aftur ferð á seg. Írin hevði so púra klárt vunnið tokka millum áhoyrararnar og McFadden spardi seg ikki.
Hann gjørdi eina roynd fyri at vita, um áhoyrararnir kendu lagið Mustang Sally úr filminum Commitments. Tað gjørdi fjøldin og hetta gjørdist ein góð framførsla av hesum kenda lag, har McFadden aftur fekk prógva, at hann hevur eina góða og tjúkka mannfólkarødd.
McFadden kom niður av pallinum og millum yvirfegnu áhoyrararnar. Hesin fryntligi írin tóktist ongantíð á ferðini í Føroyum at hava trongd til at halda seg burturfrá fólkinum, men hevði heldur hinvegin tokka til land og fólk og var ikki bangin fyri at vísa tað.
At hann seinni var í fjøldini í festivaldansinum í tjaldinum og at tað seinni frættist, at hann útsetti fráferðina úr Føroyum, meðan bólkurin hjá honum fór avstað, prógvar bert hetta.
Vit, sum høvdu væntað okkum eina smørblanding frá útbrótaranum úr Westlife, fingu ístaðin eina konsert frá einum 24 ára gomlum íra, sum saktans kann koma undir heitið entertainari. Góð rødd, góð framførsla, men ongin broddur var í ljóðinum. Og kanska tað setti ein dempara á upplivilsið. Tí framførslu, rødd og tónleiki biltu einki, heldur hinvegin var hetta í serflokki, men veruligt trýst kom ongantíð á.
Men McFadden var ófatuliga góður og hjá okkum, sum ikki halda okkum til tað sum eitur Take That, Westlife ella Backstreet Boys, gjørdist hetta ein góð konsert, har vit bilsin kundu nikka játtandi og bara fara við í kórið, sum fekk McFadden at spæla eykaløg.