Fult hondbóltsumfar er í landskappingunum báðum í dag. Skráin er soleiðis:
SMS kvinnur:
14.00: Kyndil - Neistin, Høllin á Hálsi
14.00: H71 - VÍF, Hoyvíkshøllin
15.00: VB - Stjørnan, Høllin í Vági
Burn menn:
16.00: Kyndil - Neistin, Høllin á Hálsi
16.00: H71 - VÍF, Hoyvíkshøllin
16.00: StÍF - Team Klaksvík, Høllin á Skála
(Sí stigatalvur niðast)
Hjá kvinnum hittast tey fýra fremstu frá seinastu tveimum kappingarárinum, og tey hava eisini lagt seg ovarliga aftur í ár. Kyndil og Neistin hava vunnið trivaligar sigrar fyrstu umførini, og dysturin í dag er høvi at senda boð um sína styrki mótvegis hinum í oddastríðnum.
Tað høvið er eisini Í Hoyvík. Har hittast steypafinalistarnir frá í vár, H71 og VÍF. H71 hevur fult stigatal eftir tveir stórsigrar, meðan VÍF var fyri avsmurningi ímóti Kyndli fyri tíggju døgum síðani.
Í Vági leita VB og Stjørnan eftir fyrstu stigunum. Bæði liðini hava tapt stórt fyrstu dystirnar, og hjá Stjørnuni mundi serliga tapið ímóti StÍF í vikuni svíða.
Hjá monnum er Neistin favorittur ímóti Kyndli. Neistin hevur, hóast frágongd av lyklaleikarum, víst ávísa styrki og hevur fult stigatal. Fyrst við teprum sigri á KÍF og síðani við stórsigri á StÍF. Kyndil byrjaði árið við sigri á Team Klaksvík, men síðani gjørdist tað til tvey greið tap ímóti VÍF og KÍF.
Í Hoyvík tekur H71 ímóti VÍF, og eftir stórsteypadystinum fyri trimum vikum síðani at døma, verður talan um tættan dyst. Tá eydnaðist tað H71 at vinna 24-23.
VÍF hevur vunnið báðar sínar dystir higartil. Fyrst ein tepur sigur á StÍF og síðani stórsigur á Kyndli.
H71 hevur bara spælt ein dyst enn. Tað gjørdist til knúsandi stórsigur á StÍF fyri ellivu døgum síðani. Okkurt bendir á, at VÍF verður sterkari mótstøða í dag. Undir øllum umstøðum vera onkrir spurningar svaraðir um favorittleiklutarnir hjá hesum báðum liðum.
StÍF, sum enn ikki hevur fingið stig, tekur ímóti Team Klaksvík. Tað var nær við í Vestmanna í fyrsta dystinum, men síðani rann StÍF seg í tveir avsmurningar ímóti H71 og Neistanum.
Team Klaksvík hevur hinvegin longu vunnið sær tvey stig við sigri á KÍF. Tað eru tvey fleiri enn kappingarárið í fjør. Harafturat mundu klaksvíkingar kenna seg óhepnar at ikki fáa í minsta lagið eitt stig ímóti Kyndli.
Nú kunnu klaksvíkingar leggja afturat ímóti StÍF, sum kortini mann síggja møguleikan fyri at lyfta seg úr botninum í dag.
Stigatalvur (hsf.fo)
SMS kvinnur:
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Kyndil | 3 | 86 | 54 | 32 | 6 |
2 | H71 | 2 | 66 | 48 | 18 | 4 |
3 | Neistin | 2 | 56 | 39 | 17 | 4 |
4 | VÍF | 2 | 47 | 54 | -7 | 2 |
5 | StÍF | 4 | 113 | 122 | -9 | 2 |
6 | VB | 2 | 35 | 53 | -18 | 0 |
7 | Stjørnan | 3 | 62 | 95 | -33 | 0 |
Burn menn:
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Neistin | 2 | 65 | 53 | 12 | 4 |
2 | VÍF | 2 | 56 | 44 | 12 | 4 |
3 | H71 | 1 | 34 | 17 | 17 | 2 |
4 | Team Klaksvík | 2 | 45 | 41 | 4 | 2 |
5 | KÍF | 3 | 70 | 69 | 1 | 2 |
6 | Kyndil | 3 | 62 | 78 | -16 | 2 |
7 | StÍF | 3 | 69 | 99 | -30 | 0 |