Favorittarnir eru á útivølli

10. umfar í Effo-deildini verður seinnapartin í dag

Sjøtil verður seinnapartin settur á næsta triðingin í fótbóltslandskappingini. Í 10. umfari er tað merkisvert, at øll liðini, sum skulu spæla á útivølli, á støðutalvuni eru omanfyri tey, sum fáa vitjan.

Toppliðið B36 er á veg til Gøtu at spæla ímóti Víkingi, sum  er á triðja plássi.

Meistararnir í HB, sum eru næstovast, eru á veg til Klaksvíkar at spæla ímóti KÍ, sum er á fjórða plássi.

EB/Streymur, sum er á fimta plássi, skal spæla á útivølli ímóti Skála, sum er aftast.

NSÍ, sum er á sætta plássi, skal spæla á útivølli ímóti AB, sum er næstaftast.

Hesir dystirnir vera allir klokkan 15.00 í dag.

Í annaðkvøld skal ÍF, sum er á sjeynda plássi, út á Svangaskarð at hitta B68, sum er á 8. plássi.

 

Líkindini vera góð at spæla fótbólt seinnapartin. Hann sigur frá lítlum loti av eystri og landnyrðingi, sókin fer at síggja viðhvørt, og hitin verður 7-8 stig.

 

Í dag

KÍ-HB: Lars Múller kl. 15.00

Víkingur-B36: Dagfinn Forná kl. 15.00

Skála-EB/Streymur: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00

AB-NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00

Í morgin

B68-ÍF: Eiler Rasmussen kl. 19.00

 

 

Støðan

B36 23

HB 21

Víkingur 13

KÍ 13

EB/Streymur 12

NSÍ 11

ÍF 11

B68 8

AB 7

Skála 4