Favorittarnir fingu fult

Í dag eru tvey umfør í FM kappingini í talvi, sum er í Klaksvík

Høgni Egilstoft Nielsen hevur framvegis fult stigatal, og Martin Poulsen er eitt hálvt stig aftanfyri hann. Soleiðis er støðan í toppinum í FM kappingini í talvi fyri einstaklingar, nú tað verður farið undir stóra dagin. Í dag eru tvey umfør á skránni. Klokkan 10 verður farið undir 5. umfar, og seinnapartin verður 6. umfar. Kappingin endar páskaaftan, tá ið 9. umfarið verður telvað.

 

 

Í gjár gekk tað, sum styrkitølini bendu á, at tað fór at gera, tá ið 4. umfar var á skránni. Teir við hægru styrkitølunum vunnu á teimum við lægru tølunum.

 

 

Rani Baldursson-Høgni Egilstoft Nielsen 0-1

Heiðrikur T. Jacobsen-Rógvi Egilstoft Nielsen 0-1

Ólavur Simonsen-Margar M. Berg 1-0

Rani Nolsøe-Hans Kristian Simonsen 0-1

Tummas M. Sólsker-Martin Poulsen 0-1

 

 

Støðan undan 5. umfari:

Høgni Egilstoft Nielsen 4 stig

Martin Poulsen 3 ½ stig

Ólavur Simonsen 3 stig

Rógvi Egilstoft Nielsen 3 stig

Hans Kristian Simonsen 2 ½ stig

Rani Nolsøe 1 ½ stig

Rani Baldursson 1 stig

Tummas Martin Sólsker ½ stig

Margar M. Berg ½ stig

Heiðrikur T. Jacobsen ½ stig

 

 

5. umfar klokkan 10 í dag

Martin Poulsen-Rani Baldursson

Hans Kristian Simonsen-Tummas Martin Sólsker

Margar M. Berg-Rani Nolsøe

Rógvi Egilstoft Nielsen-Ólavur Simonsen

Høgni Egilstoft Nielsen-Heiðrikur T. Jacobsen