Tað gekk, sum støðutalvan legði upp til, at tað skuldi gera, tá ið níggjunda umfar í næstbestu fótbóltsdeildini var á skránni seinnapartin og í kvøld.
07 Vestur, Skála og B68 áttu øll heimavøll, og tey vunnu øll fulla úrtøku.
Toppdysturin var í Sandavági, har oddaliðið 07 Vestur hevði vitjan av B71, sum undan hesum umfarinum hevði sama stigatal sum B68. Á Valloyrini var heimaliðið omaná. 07 Vestur vann 4-1, men tað var B71, sum setti hol á, og tá ið teir fóru at hvíla seg, var støðan 1-1. Merkisvert var tað, at sandoyingar sóu gula kortið fimm ferðir, meðan heimamenninir einki kort fingu.
Skála sendi miðvingar vestur aftur við 5-1 tapi. Toppskjúttin í deildini gjørdi ein orduligan vørr. Brian Jacobsen skoraði fýra ferðir, og nú er hann púra einsamallur á máltindinum við 12 málum.
Á Svangaskarði vann B68 í kvøld 3-0 á teimum næstbestu hjá AB. Gøtumaðurin Martin Olsen skoraði øll B68 málini. Hann hevur ikki verið fastur maður á liðnum. B68 venjarin, Súni Fríði Barbá, hevur leitað eftir røttu uppstillingini frammi á vøllinum. Martin Olsen var fyri aðru ferð í ár á vøllinum allar 90 minuttirnar, og tað kann ikki sigast annað, enn at hann takkaði fyri álitið.
Næstbestu liðini hjá B36 og NSÍ hittust í Gundadali, og har var einki at ivast í. NSÍ vann stórsigur – 5-0. Unglingaspælarin Petur Knudsen var tvífaldur málskjútti.
Í Klaksvík vitjaðu teir næstbestu hjá Víkingi, og teir vórðu sendir til hús við 1-0 tapi. Viðoyingurin Eivindur Sørensen skoraði einsamalla málið longu í 10. minutti.
Tapini hjá B36 og Víkingi bera við sær, at tað nú eru hesi liðini, sum kappast fyri at sleppa undan plássinum undir strikuni, har MB framvegis er stigaleyst.
07 Vestur-B71 3-1 (1-1)
0-1: Ari M. Olsen 13.
1-1: Gunleif Olsen br 25.
2-1: Mikey Minutillo 48.
3-1: Holgar Durhuus br 62.
4-1: Mikey Minutillo 70.
B36-NSÍ 0-5 (0-2)
0-1: Meinhard E. Olsen 6.
0-2: Kristian Simonsen 24.
0-3: Petur Knudsen 83.
0-4: Petur Knudsen br 86.
0-5: Jannik Mathias Olsen 90.
Skála-MB 5-1 (2-0)
1-0: Petur Pauli Mikkelsen 13.
2-0: Brian Jacobsen 31.
2-1: Ingi Wiberg Joensen 52.
3-1: Brian Jacobsen 61.
4-1: Brian Jacobsen 63.
5-1: Brian Jacobsen 88.
B68-AB 3-0 (1-0)
1-0: Martin Olsen 36.
2-0: Martin Olsen 52.
3-0: Martin Olsen 75.
KÍ-Víkingur 1-0 (1-0)
1-0: Eivindur Sørensen 10.
Støðan eftir 9 umfar
07 Vestur 24
Skála 22
B68 19
B71 16
AB 14
NSÍ og KÍ 12
B36 7
Víkingur 5
MB 0
07 Vestur og NSÍ hava spælt 10 dystir og hini liðini hava spælt 9 dystir
10. umfar
16. mai
B71-AB
MB-B68
NSÍ-07 Vestur
Víkingur-B36
KÍ-Skála