Favorittarnir fingu fult

Fýra tey fremstu vunnu greiðar sigrar, og harvið er støðan í toppinum tann sama, sum hon var frammanundan

Tað gekk soleiðis, sum stigatalvan legði upp til, at tað skuldi gera, tá ið 11. umfar var á skránni seinnapartin í dag.

NSÍ hevur verið topplið alt kappingarárið, og NSÍ vann 3-1 á Vágseiði. Miðvallarin Magnus H. Olsen setti beinanvegin hol á, men Jón Krosslá Poulsen javnaði, tá ið eitt korter var farið. Fram ímóti steðginum var tað FC Suðuroy, sum stríddist fyri at leggja seg framum, uttan at tað eydnaðist.

Pól Jóhannus Justinussen legði NSÍ framum, tá ið 2. hálvleikur var eitt korter gamalur. Eftir fríspark fram í brotsteigin skoraði hann. NSÍ hevði fríska lotið undan eftir steðgin, og miðvallarin Haraldur R. Højgaard staðfesti sigurin, tá ið ein tími var farin.

 

B36 vann 2-0 á EB/Streymi við Margáir. B36 hevði leikliga yvirvág alla tíðina. EB/Streymur legði mest sum bara dent á verjupartin, og tað eydnaðist at halda tætt, inntil 2. hálvleikur var eitt korter gamalur. Andrias H. Eriksen, sum í dag var miðverji, setti hol á fyri B36, og eitt korter undan leikloki var tað Jákup á Borg, sum staðfesti sigurin.

 

Talan var eina løtu um mótbrekku hjá HB, sum kortini er á veg av Argjum við 1-0 sigri. Einsamalla málið skoraði Levi Hanssen, sum umsetti brotsspark til mál. AB miðverjin Rói Danielsen varð í tí sambandi vístur av vølli fyri at brúka neyðbremsuna. Frammanundan var HB undirmannað, tí longu fimm minuttir undan steðginum var Andrew av Fløtum vístur av vøllinum, eftir at hann hevði sæð gula kortið fyri aðru ferð.

 

Víkingar eru á veg úr Fuglafirði við trimum stigum. Miðverjin Atli Gregersen setti hol á, tá ið eitt korter var farið, og eitt korter eftir steðgin var tað Finnur Justinussen, sum tvífaldaði leiðsluna. Andreas Lava Olsen legði upp til 2-0 málið, og Andreas Lava Olsen økti um Víkinga leiðsluna til 3-0, tá ið hann rann frá ÍF verjuni.

Clayton Soares minkaði um munin, tá ið hann við pannuni umsetti horna frá Leivi Joensen til mál og harvið 3-1 til Víking.

 

Í Klaksvík vann KÍ 1-0 ímóti TB. Klaksvíkingar høvdu nógvar góðar møguleikar, men ikki minst 25 ára føðingardagsbarnið Páll A. Klettskarð var óheppin. Eitt nú misnýtti hann brotsspark, tá ið støðan var 1-0. Í tí støðuni var Teitur Justinussen vístur av vølli fyri at verja við hondini á málstrikuni. Ivan Stojkovic bjargaði brotssparkinum frá Pálli so sera væl.

Einsamalla málið skoraði Heðin Klakstein úr heilt spískum, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Uppleggið átti Jóannes Bjartalíð. TB var vandamikið í sambandi við deyðbóltsstøður, ikki minst tá ið Arthur D. Poulsen tveitti innkøst 40-50 metrar og inn í KÍ málteigin.

KÍ sigurin ber við sær, at KÍ lyftir seg fram á fimta pláss.

 

Úrslit

FC Suðuroy-NSÍ 1-3 (1-1)

0-1: Magnus H. Olsen 3.

1-1: Jón Krosslá Poulsen 18.

1-2: Pól Jóhannus Justinussen 61.

1-3: Haraldur R. Højgaard 63.

 

AB-HB 0-1 (0-0)

0-1: Levi Hanssen br 62.

 

EB/Streymur-B36 0-2 (0-0)

0-1: Andrias H. Eriksen 53.

0-2: Jákup á Borg br 82.

 

ÍF-Víkingur 1-3 (0-1)

0-1: Atli Gregersen 14.

0-2: Finnur Justinussen 58.

0-3: Andreas Lava Olsen 71.

1-3: Clayton Soares 83.

 

KÍ-TB 1-0 (1-0)

1-0: Heðin Klakstein 28.

 

Støðan eftir 12 umfør

NSÍ 28

B36 25

HB 22

Víkingur 20

KÍ 17

TB 15

ÍF 14

FC Suðuroy 9

AB 6

EB/(Streymur 6

 

12. umfar

Mánadagin 24. mai – 2. hvítusunnudag

TB-AB

HB-ÍF

EB/Streymur-NSÍ

Víkingur-B36

KÍ-FC Suðuroy