Favorittarnir í fremstu røð

Eftir 7 umfør í Formula deildini er EB/Streymur oddalið. Á næstu plássunum eru B36 og HB. Hesi trý vórðu undan kappingarbyrjan roknað sum favorittar, og higartil hava feløgini livað upp til tað, sum roknað varð við.

 

Úrslitini í 7. umfari:

HB-VB/Sumba 3-1

EB/Streymur-NSÍ 1-0

GÍ-B36 0-3

Skála-B71 2-0

AB-KÍ 1-3.

 

Støðan eftir 7 umfør:

EB/Streymur 18 stig

B36 16 stig

HB 13 stig

NSÍ 12 stig

KÍ 10 stig

Skála 9 stig

B71 8 stig

GÍ 8 stig

AB 4 stig

VB/Sumba 3 stig

 

8. umfar verður sunnudagin, tá ið skráin sær soleiðis út:

 

EB/Streymur-VB/Sumba

AB-HB

GÍ-NSÍ

Skála-KÍ

B71-B36.