Favorittarnir fullu sum flugur

Bara meistararnir í NSÍ, sum í løtuni eru á aldukambinum, megnaðu í longsta umfarinum higartil í ár at liva upp til tað, sum roknað varð við

Landskappingin í fótbólti er komin í hæddina. Frá leygardegnum og inntil mikukvøldið varð 13. umfar avgreitt. Hetta var síðsta umfar í fyrra partinum av hesum kappingarárinum. Í vikuskiftinum, sum stundar til, verður 14. umfar á skránni, og harvið verður sjøtil settur á seinna partin av hesum kappingarárinum, sum verður liðugt leygardagin 25. oktober, tá ið 27. og síðsta umfarið verður á skránni.

13. umfar var merkisvert upp á fleiri mátar. Ein var, at eingin dystur varð spældur um somu tíð. Fyrsti dysturin – tann millum NSÍ og B36 – var leygarkvøldið, B71 og KÍ spældu tíðliga seinnapartin sunnudagin, Víkingur og EB/Streymur spældu seint seinnapartin sunnudagin, B68 og Skála spældu mánakvøldið, og umfarið varð rundað av mikukvøldið, tá ið HB vitjaði í Fuglafirði.

Tað kemur sjáldan fyri, at ikki fleiri dystir verða spældir um somu tíð. Sjálvandi kennist intensiteturin størri, tá ið allir dystirnir eru í senn. Men tað hevur avgjørt sína sjarmu, at dystirnir verða spældir ymiskar tíðir. At dystirnir ikki verða spældir um somu tíð er meiri vanligt í grannalondum okkara, enn tað er, at allir verða spældir í senn.


Favorittarnir fullu

Merkisvert var tað eisini í 13. umfari, at tey, sum vórðu roknað at vera greiðir favorittar, ikki megnaðu at liva upp til tað, sum roknað varð við.

Undan vikuskiftinum høvdu NSÍ og B36 eins nógv stig. Tí var eingin greiður favorittur undan stevnudystinum í Runavík. NSÍ var á heimavølli, og tí kom tað neyvan óvart á, at NSÍ vann.

KÍ var omanfyri B71 undan uppgerðini á Sandi. Men tað var B71, sum vann 2-0. Undan uppgerðini í Sarpugerði var EB/Streymur omanfyri Víking á støðutalvuni. Men tað var Víkingur, sum vann 2-0 á heimavølli ímóti oddaliðnum.

Einki var at siga til, at B68 á heimavølli var favorittur ímóti Skála. B68 hevði 14 og Skála 8 stig. Men tað var Skála, sum vann 2-0, og harvið høvdu trý undirtippað lið í 13. umfari vunnið 2-0.

Mest óvæntaða úrslitið var tað, tá ið stórfavorittarnir í HB mikukvøldið taptu 1-0 í Fuglafirði. Harvið høvdu fýra favorittar ikki megnað at liva upp til tað, sum undan 13. umfari varð roknað við, at teir fóru at gera.


Torført at spáa

Gongdin seinastu vikurnar ber við sær, at tað er ógvuliga torført at meta um, hvussu tað fer at ganga í næsta umfari.

Eftir at fuglfirðingar tóktust hava mist tráðin, hava teir tvær tær seinastu ferðirnar megnað 1-1 á útivølli ímóti B36 og 1-0 á heimavølli ímóti HB.

Eftir at KÍ ikki hevði tapt átta ferðir á rað, hava klaksvíkingar tapt tvær ferðir – tepurt ímóti oddaliðnum og trivaliga ímóti botnliðnum!

Eftir at B36 fyrsta partin av kappingini hevði staðið seg væl betri, enn tað hevði verið roknað við, hevur B36 ikki megnað at vinna fulla úrtøku í trimum dystum á rað.

Burtur úr fýra teimum seinastu umførunum hevur HB, sum tað altíð verður roknað nógv við, bara vunnið trý stig.

Eitt av stóru spurnarteknunum er Víkingur. Eftir at teir høvdu tapt á Toftum, vunnu teir á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum legði rygg til fyrsta tapið á árinum. Eftir sigurin á Víkingi, sum altso síðani vann á oddaliðnum, tapti B68 á heimavølli ímóti Skála, sum er næstaftast!

Støðugastu avrikunum seinastu vikurnar hava meistararnir í NSÍ staðið fyri. Seks tær seinastu ferðirnar hava teir ikki tapt. Í fýra av førunum hava teir í NSÍ vunnið fulla úrtøku. Tað hevur borið við sær, at NSÍ nú er næsti kappingarneytin hjá EB/Streymi.

Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin – 6. august – fer NSÍ til Streymnesar. Um tað tá fer at eydnast EB/Streymi at vinna, kann tað væl hugsast, at kappingin verður mest sum avgjørd. Um tað tá fer at eydnast NSÍ at vinna, kann tað væl hugsast, at kappingin fer at verða spennandi í heyst.

Í 13. umfarið var stóri lærdómurin, at í løtuni ber tað illa til at gera forsøgnir. Favorittarnir fullu sum flugur.