Favorittarnir báðir at vinna French Open, Novak Djokovic og Rafa Nadal, hava báðir spælt seg víðari í hálvfinalurnar, ið verða leiktar í París í dag.
Nadal møtir argentinska Diego Schwarzman í sínari hálvfinalu, sum longu er farin í gongd, og hóast Nadal verður roknaður sum favorittur í dystinum, er vert at hava í huga, at Schwarzman sigraði á Nadal í tveimum settum í Italian Open í Rom herfyri - ein kapping, sum eins og French Open verður spæld á grúsi.
Schwarzman hevur eisini longu sent ein av toppseedaðu spælarunum í French Open til hús, tá hann í fjórðingsfinaluni eftir fimm sett við fýra tie-breakarum vann á ongum øðrum enn Dominic Thiem, sum fyri einum góðum mánaði síðan vann sína fyrstu Grand Slam kapping í US Open.
Í hinari hálvfinaluni tekur Novak Djokovic móti Stefanos Tsitsipas úr Grikkalandi. Tann hálvfinalan fór í gongd fyri góðum hálvum tíma síðani.