Heini í Skorini
Real Madrid tók ímóti Manchester United á einum fullsettum Santiago Bernebau týskvøldið. Hóast hetta eru tvey av sterkastu liðum í Europa, eru mong á einum málið um, at Manchester United eru favorittar til at koma víðari til semifinalurnar. United hevur spælt betri og meiri sannførandi seinastu tíðina, so ikki er skeivt at siga, at ensku europameistararnir eru favorittar. Men Real Madrid spældi sera væl týskvøldið. Teir byrjaðu nógv betri enn United, og teir vóru eisini nógv betra liðið í fyrra hálvleiki. Teir høvdu fleiri sera vandamiklar møguleikar, men Mark Bosnich í United málinum spældi framúr væl. Vandamikli áleyparin hjá spaniólunum, Raul, gav United verjuni stórar trupulleikar við sínum vandamikla vinstra beinið, og argentinarin Fernando Redondo spældi í heimsklassa á miðjuni hjá Real, men dagsins maður var heilt víst fyrrverandi Liverpool leikarin Steve Mcmanaman, sum spældi ein frálíkan dyst úti á høgra vongi. Sum sagt var Real Madrid betri allan fyrra hálvleik, og teir høvdu fleiri møguleikar at leggja seg framum, men hvørjaferð var tann nógv útskeldaði United málverjin Mark Bosnich á rætta staðnum. Andy Cole hevði nakrar royndir á Real Madrid málið, og Dwight Yorke fekk enntá bóltin í málið hjá Real Madrid í endanum av fyrra hálvleiki, eftir eitt hart skot frá Paul Scholes, men Yorke var dømdur rangstaddur, og sostatt var hálvleiksstøðan 0-0.
United spældi betri í byrjanini av seinna hálvleiki, enn teir gjørdu í fyrra, men Real Madrid, við Steve McManaman á odda, var enn vandamiklara liðið. Besta møguleikan í dystinum fekk júst Mcmanaman, tá hann gjørdist púra leysur við Mark Bosnich, men skotið var ov vánaligt, og Bosnich fekk bjargað við beininum. Síðani sat Real Madrid á dystinum, hóast bæði Cole og Scholes høvdu naskar royndir. Tann innskifti Elvir Baljic hevði eisini ein stóran møguleika at avgera dystin til fyrimuns fyri Real Madrid, men dysturin endaði 0-0, og United kann takka málverja sínum Mark Bosnich fyri eitt megnaravrik.
United venjarin Sir Alex Ferguson segði soleiðis eftir dystin:
-Ein málleysur javnleikur er ikki eitt gott úrslit fyri okkum. Tað liggur eitt stórt arbeiði hjá okkum fyri framman. Spælið, sum vit vístu í fyrra hálvleiki, var sera vánaligt, og skulu vit hava nakrar vónir um at koma víðari, mugu vit spæla betri í seinna dystinum á Old Trafford.
So avgerin fellur á Old Trafford í Manchester 18. apríl, tá hesi bæði liðini bresta saman aftur í seinna dystinum.
Porto gav Bayern ein hvøkk
Hin dysturin sum var leiktur týskvøldið, var dysturin millum Porto og Bayern Munchen, og var tað á heimavøllinum hjá Porto. Mong halda Bayern vera stórfavorittar, men týskvøldið var Porto betra liðið. Bayern Munchen javnaði til 1-1, tá bert 10. min. vóru eftir, og málið kom eftir eitt fríspark. Stefan Effenberg spældi brasiliumannin Paulo Sergio púra leysan inni í Porto brotsteiginum, og Sergio sveik ikki , men setti bóltin trygt í netið. Úrslitið var sera skuffandi fyri Porto, sum hevði yvirvág í spælinum og betri møguleikar ígjøgnum allan dystin. Porto fekk sítt mál í 47. min, og var hetta aftur vandamikli áleyparin Mario Jardel, sum eftir eitt inlegg frá jugsoslavanum Ljubimko Drulovic, kundi skalla bóltin í netið. Sami leikari kundi havt økt um leiðsluna í 77. minutti, men týski landsliðsmálverjin Oliver Kahn bjargaði meistarliga. Ístaðin javnaði sum sagt Bayern Munchen, men Porto var betra liðið, og kundi væl havt avgjørt dystin til egnan fyrimun. Seinni dystur teirra millum verður sama dag, sum Manchester United og Real Madrid spæla, 18. apríl. Tá tekur Bayern ímóti Porto á Olympiastadion í Týsklandið. Við einum útimálið hevur Bayern betri møguleikar at koma víðari, tí Porto skal undir øllum umstøðum hava eitt mál. Men hevur brasilski Porto áleyparin Mario Jardel ein góðan dag, kann alt henda.