Teinurin, sum súkklaður vaðr, var hin sami sum undanfarin ár. T.v.s at súkkla varð frá Eystara Ringvegi, inn til Kaldbak, og so allan teinin aftur til Havnar, har startur og mál var árakað bygningin hjá Elektron.
Rógvi Johansen hevur føroyska metið á hesum teini, og tá sæð verður burtur frá kappingini í fjør, hevur hann á hvørjum ári megnað at skorið eitt gott petti av sínari bestu tíð.
Í ár vann hann við tíðini 41 minuttir og 5 sekundir, og aftur hesu ferð varð talan um met. Gamla metið var 42,25. Rógvi hevði annars ikki roknað við, at tað fót at bera honum til at luttaka. Við stuli frá Fa. Ellen Dahl og bygdarfólki annars í Vági, eydnaðist tað honum kortini at koma heim, og var hann sjálvandi fegin um hetta.
Rógvi hevur annars áður ført fram, at hann harmast um, at FM-kappingarnar ikki verða avgreiddar um eitt vikuskifti. Nakað sum forðaði honum í at verja heitið á 100 km teininum.
Sverri nr. 2
Var tað væntað, at Rógvi vann kappingina, var tað heldur óvæntað Sverri Mohr Edvinsson, sum fekk fatur í silvurplássinum. Tað eydnaðist Sverra at vinna á favorittinum til hetta, Gunnar Dahl Olsen, við 10 sek.
Sum vera man var Sverri fegin um hetta, men Gunnar Dahl Olsen var hinvegin als ikki nøgdur. Í mun til kappingina í fjør, vóru umstøðurnar at súkkla nógv betri, men kortini var tíðin hjá Gunnari meira enn ein minutt verri enn ta ferðina.
Einasta kvinnan, sum luttók í kappingini, var Rigmor N. Joensen. Hon er annars mest kend fyri renniavrik síni, men hon megnaði tó at súkklað teir 30 km undir tímanum, og verður hetta mett sum eitt sera gott úrslit.
Kappingina hjá unglingum vann Eirikur Olsen, meðan Eyðun Poulsen vann kappingina hjá monnum yvir 40 ár.
FM-einkutstartur, úrslit
1/2 endalig
Menn ml. tíð tíð km/t
Rógvi Johansen 20,36 41,05 42,2
Sverri M. Edvinsson 23,39 46,23 37,4
Gunnar D. Olsen 23,32 46,33 37,4
Beinir Rasmussen 24,20 48,13 36,0
Christian Guttesen 24,56 48,43 35,6
Esmar Joensen 25,11 49,22 35,1
Veteranar
Eyðun Poulsen 25,36 49,48 34,8
Kári Simonsen 25,50 50,32 34,3
Evald Rasmussen 26,11 51,13 33,9
Kvinnur
Rigmor N. Joensen 29,38 58,05 29,9
Unglingar
Eirikur Olsen 30,53 1.00,28 28,7
Kristian Niclasen 31,29 1.00,32 28,6