Faxe Kondi: H71 steypavinnari fjórða árið á rað

Tað gjørdist ein spennandi og intens finala millum mansliðini hjá H71 og KÍF

H71 er fjórða árið á rað Faxe Kondi steypavinnari hjá monnum.

 

Í finaluni í høllini á Hálsi vann H71 25-23 á KÍF. 

 

Í fyrra hálvleiki hevði H71 stutt undan steðginum eina 10-6 leiðslu. Tá eydnaðist KÍF at minka um til 10-11 beint undan steðginum. Liðini fylgdust leingi í seinna hálvleiki. Tá H71 var á odda 22-20 fingu teir tveir leikarar vístar av vøllinum, og tá kom KÍF upp á 22-22, men H71 kom framum 24-23. Pauli Jacobsen bjargaði meistarliga einari roynd frá Vuk Stevanovic við støðuna 24-23, og beint undan dystarendanum sløkti Rói á Skipagøtu seinastu vónirnar hjá kollfirðingum.

 

Hetta er sjeyndu ferð í søguni, at H71 vinnur steypakappingina hjá monnum.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

##med2##