Faxe Kondi: Kyndil vann seg trygt í steypafinaluna

Stjørnan megnaði ongantíð veruliga at hótta samlaðu leiðsluna hjá Kyndli

Kyndil vann eisini seinnu hálvfinaluna á Stjørnuni í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.

 

Í dag vann Kyndil 23-20 á Stjørnuni í høllini á Hálsi í Havn. Kyndil vann fyrra dystin 28-24, og harvið ein samlaðan 51-44 hálvfinalusigur.

 

Stjørnan var á odda 3-2 tá 11 minuttir vóru farnir, men kom ongantíð á odda aftur. Í steðginum var Kyndil á odda 14-9. Tað nærmasta Stjørnan kom leiðsluni hjá Kyndli var við støðuna 22-20 heilt móti endanum av dystinum. Samlaða leiðslan hjá Kyndli var veruliga ongantíð hótt.

 

Kyndil spælir steypafinalu móti antin H71 ella Neistanum í høllini á Hálsi komandi leygardag. H71 er á odda við níggju málum frá fyrru hálvfinaluni, og tí peikar nógv á eina endurtøku av steypafinaluni í fjør millum H71 og Kyndil. 

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##