Faxe Kondi: Kyndilskvinnur eru í finaluni triðja árið á rað

Kyndil vann ein samlaðan níggjumálssigur á VÍF í hálvfinalunum í Faxe Kondi kappingini

Triðja árið á rað hava kyndilskvinnur vunnið seg í finaluna í Faxe Kondi kappingini.

 

Í dag vunnu kyndilskvinnur 31-26 á VÍF í seinnu hálvfinaluni í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var Kyndil á odda 15-12.

 

Kyndil vann fyrru hálvfinaluna í Vestmanna 30-26, og vunnu tær sostatt ein samlaðan 61-52 hálvfinalusigur

 

Turið Arge Samuelsen (myndin var toppskjútti hjá Kyndli við 12 málum. Fríða Nolsøe Olsen var toppskjútti hjá VÍF við sjey málum.

 

Klokkan 16 spæla H71 og Neistin seinnu hálvfinaluna. Neistin vann fyrru hálvfinaluna 30-27.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá seinnu hálvfinaluni millum Kyndil og VÍF:

 

##med2##

 

Í fjør tapti Kyndil 27-31 fyri H71 í finaluni. Fyrraárið vann Kyndil 36-34 á H71 í finaluni.