Faxe Kondi: Neistakvinnur vunnu trímálssigur á H71

Neistakvinnur hava eina lítla leiðslu við sær til seinnu hálvfinaluna í Hoyvíkshøllini

Tíðliga í kvøld var fyrra hálvfinalan í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum millum Neistan og H71 leikt í høllini á Hálsi í Havn.

 

Tað eydnaðist neistakvinnum at vinna dystin 30-27. Í steðginum var Neistin á odda 16-14.

 

Neistin hevur sostatt eina lítla leiðslu við sær til seinnu hálvfinaluna, ið verður leikt í Hoyvíkshøllini klokkan 16 sunnudagin.

 

Hervør Niclasen hjá Neistanum, og Elsa Egholm hjá H71 vóru toppskjúttar fyri síni lið. Tær skutu báðar níggju mál.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##