Faxe Kondi: Team Klaksvík vann á H71

Team Klaksvík fekk eina góða byrjan upp á bólkaspælið í Faxe Kondi kappingini

Ígjár var ein dystur leiktur í bólki 2 í Faxe kondi kappingini hjá monnum.

 

H71 tók móti Team Klaksvík í Hoyvíkshøllini.

 

Team Klaksvík vann dystin 28-27. Í steðginum var Team Klaksvík á odda 17-14.

 

Tá færri enn fýra minuttir vóru eftir var H71 á odda 27-25. Seinastu løtuna eydnaðist klaksvíkingum at skjóta trý mál og samstundis at halda málið reint.

 

Ísak Vedelsbøl var toppskjútti hjá H71 við 10 málum. Sámal á Tjaldrafløtti (myndin) var toppskjútti hjá Team Klaksvík við seks málum.

 

KÍF og Team Klaksvík hava tvey stig hvør. H71 og Kyndil hava einki stig.

 

Sunnudagin 26. november spæla Team Klaksvík og Kyndil í Badmintonhøllini í Klaksvík. Sama dag tekur H71 móti KÍF í Hoyvíkshøllini.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##