FC Barcelona heldur fram at keypa

La liga: Fíggjarliga sperda felagið hevur júst keypt verjuspælara fyri 400 milliónir krónur

FC Barcelona hevur í vikuni keypt Jules Koundé frá Sevilla fyri áleið 400 milliónir krónur. 23 ára gamli verjuspælarin var annars á veg til Chelsea, men FC Barcelona fekk fatur á franska verjuspælaraunum áðrenn.

 

Jules Koundé hevur leingi verið eitt heitt navn í altjóða fótbólti. Hann hevur spælt við Sevilla seinastu fýra árini, og øll árini hevur Sevilla staðið seg væl í sponsku landskappingini.

 

Hetta er fimta keypið hjá FC Barcelona í summar. Andreas Christensen og Franck Kessié vóru sáttmálaleysir, meðan Raphinha, Robert Lewandowski og Jules Koundé er keyptir fyri yvir eina milliard krónur.

 

Hetta letur seg bara gera, tí FC Barcelona hevur selt 25 prosent av sjónvarpsrættindunum komandi 25 árini, umframt ein stóran part av søluni av troyggjuni og øðrum lutum við FC Barcelona á.